Fýra línuskip til fiskiskap

- Streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini brúkiligt til útróður í næstu viku.

 

Í løtuni eru fýra línuskip til fiskiskap. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska undir Føroyum.

- Møguliga kemur okkurt av hesum skipum inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini brúkiligt.

- Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.