Fýra sjófólk saknað eftir skipsvanlukku

Sum skilst á útlendskum miðlum, er í løtuni ógreitt, hví skipið kom í slíkar trupulleikar.

 

Bjargingarfólk leita eftir fýra sjófólkum, eftir at eitt farmaskip koppaði út fyri strondini í Georgia í USA. Eldur kom eisini í skipið.

Hetta veit tíðindastovan AP at siga frá vaktartænstuni í Georgia.

Tilsamans 24 fólk vóru umborð á skipinum. 20 vórðu bjargað, áðrenn eldur og roykur gjørdu tað ómøguligt hjá bjargingarfólkum at leita eftir teimum seinastu fýra.

Sambært tíðindastovuni Yonhap eru saknaðu sjófólkini úr Suðurkorea, og hildið verður, at tey vóru stødd í maskinrúminum, tá farmaskipið koppaði.

Sum skilst á útlendskum miðlum, er í løtuni ógreitt, hví skipið kom í slíkar trupulleikar.