Fyri mær er hjálpararbeiði eitt kall

Í 30 ár hevur Absalon Matras av Norðoyri ferðast til Rumenia við klædnahjálp. Í gjárkvøldið fór hann eftir ætlan aftur við Norrønu – á túr nummar 150. Tilsamans hevur hann ført umleið 900 tons av klæðum til Rumenia. Hjá honum er tað eitt kall

Absalon Matras hevur í nú 30 ár verið við klædnahjálp í Rumenia (Mynd: Álvur Haraldsen)

Absalon Matras hevur í nú 30 ár verið við klædnahjálp í Rumenia (Mynd: Álvur Haraldsen)

– Eg má bara fara avstað aftur. Tey hava so lítið og tørvur er á so nógvum. Nógvastaðni er ikki hiti í húsunum, har er eingin el-veiting, tøkini leka, og nógvastaðni ganga børnini ikki í skúla, og tey duga ikki at lesa. Tey gerast so glað, tá ið vit koma, sigur Absalon Matras.

Hann vísir á, at støðan er ikki soleiðis í býunum, men í teimum smáu bygdunum úti um landið.

Hóast 75 ára gamal hevur hann ongar ætlanir um at pensjónera seg. Hetta er sjeyndi túrur, hann fer avstað í ár við klæðum. Hesaferð fer Jógvan Reyðberg við honum.

 

Lyfta og bera

Tað er týsmorgun, og vit eru stødd í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. Nú skal ein lastvognur aftur fyllast. 750 pakkar í ymiskum støddum og við ymiskum innihaldi skulu í ein av stóru lastvognunum hjá Smyril Line. Tilsamans umleið seks tons av heitum klæðum, madrassum, dýnum, súkklum, taskum, kommodum og nógvum øðrum.

Tveir pensjónistar – Absalon Matras og Jóhannes Danielsen – lyfta, trilla og bera sekkirnar frá goymsluni út í ein vøruvogn, sum stendur við kjallarahurðina. Tá ið hann er fullur, verður koyrt suðurum kirkjuna, har vognurin hjá Smyril Line stendur. Har verður alt blakað frá vøruvogninum upp í stóra lastvognin.

– Vit byrjaðu seinnapartin í gjár, men so var eitt tiltak í kirkjuni, og vit máttu steðga. Vit byrjaðu aftur í morgun og vera nokk lidnir seinnapartin í dag, sigur Absalon Matras.

##med2##

Frá Hirtsthals til Timisoara

Leygarmorgunin, tá ið Norrøna kemur til Hirtshals, skal alt aftur umskipast.

– Eg havi avtalu við ein eina fyritøku, ið samstarvar við KJ á Kambsdali. Teir koyra regluliga vøru úr Rumenia til Hirtshals, har vøran verður umskipað og kemur til Føroya við Norrønu. Ístaðin fyri at koyra tómir suður aftur til Rumenia, fáa vit klæðini í teirra bil. Føroyingar í Hirtshals eru raskir at hjálpa mær at fáa alla vøruna yvir í bilin, ið skal til Rumenia. Tað tekur ein góðan tíma, so er bilurin klárur, sigur Absalon Matras.

Koyrt verður suður gjøgnum Evropa. Vanliga verður koyrt gjøgnum Danmark, Týskland, Kekkia, Slovakia og Ungarn, áðrenn komið verður til Rumenia. Sum oftast verður farið til býin Timisoara, sum er 150 kilometrar frá markinum.

Lesið alla samrøðuna við Absalon Matras í vikuskiftissosialinum. Blaðið er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.

##med3##

Absalon Matras hevur í nú 30 ár verið við klædnahjálp í Rumenia (Mynd: Álvur Haraldsen)

Jóhannes Danielsen úr Havn er ein av teimum, ið sjálvboðin hjálpir til í Rumeniahjálpini. Her hjálpir hann Absalon Matras at pakka Mynd: Álvur Haraldsen

Nøkur av børnunum, ið hava fingið hjálp í Rumenia