Fyribyrging er lykilin

Sinnisbati øtast um úrslitið av fólkaheilsukanningini

Psykiatriska økið skal uppraðfestast, og neyðugt er við einari samskipandi eind, soleiðis at myndugleikar, stovnar og feløg megna arbeiðinum at lofta ungum við sálarsjúkum betri.

Tað eru boðini hjá Sinnisbata, eftir at Fólkaheilsuráðið herfyri lat úr hondum fólkaheilsukanning, ið vísti, at serliga ung í Føroyum eru sálarliga sperd.

Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum varð send til 6000 tilvildarligar føroyingar, og 3000 teirra valdu at taka lut. Í kanningini verður millum annað gjørt greitt, at fimta hvør kvinna og 10. hvør maður í aldrinum 18 til 24 ár hava havt sálarsjúku, ið hevur vart longur enn seks mánaðir. Eisini vísti kanningin, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldrinum 18 til 24 ár kenna seg strongd.

– Tað er ikki eitt loyndarmál, at psykiatriska økið als ikki er raðfest nóg høgt politiskt, hóast økið er raðfest munandi hægri seinnu árini. Har er langt á mál, sigur Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata. til úrslitið av kanningini.

– Úrslitið av manglandi raðfesting og fyribyrging síggja vit nú og koma at síggja meira til tað framyvir, um ikki við gera okkurt munagott beinanvegin. Kommunur og landið, stovnar og feløg í felag. Tað ber ikki til at siga tað ov ofta.

– Talan er ikki bara um væntandi viðgerð og tilboð á psykiatriska deplinum, langa bíðitíðir og manglandi starvsfólk. Tað er allan vegin ígjøgnum, at vit mugu seta inn. Fleiri ressoursir mugu gevast til økispsykiatriina, sosialpsykiatriina og aðrar stovnar og feløg, sum arbeiða sálarheilsufremjandi.

Tað má eisini samskipast betri millum ymisku stovnarnar, soleiðis at arbeiðið munar betri.

– Ein samskipandi eind má vera, so myndugleikar, stovnar og feløg, sum veita tilboð og ráðgeving, tosa betri saman og hava eitt felags útgangsstøði, so tey ungu kunnu loftast nógv skjótari.

Laura Apol sigur, at ein bati er tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35 ár, men at hetta tilboðið er ætlað teimum, ið longu eru vorðin sjúk av angist og tunglyndi.

– Vit mugu forða fyri, at tey ungu koma har út, at ein diagnosa at hesum slagið er neyðug. Vit mugu fyribyrgja og hava ein felags leist fyri, hvussu vit best møguligt lofta teimum ungu. Fyrbyrging er lykilin, sigur Laura Apol.