Fyrimyndarlig handfaring av larmi

Sum eitt lið í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn, gjørdu vestmenningar eina roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar, so hevði Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum gangi skuldu borgarar í Vestmanna ikki líða undir.

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

So skjótt Arctica kom at bryggju, hoyrdust klagur frá vestmenningum um ógvusliga larmin frá trolaranum. Bygdaráðið tók alt fyri eitt málið upp til viðgerðar, og biðið varð um ljóðmátingar ímeðan skipið lá við bryggju, og fortreytirnar fyri at gera ljóðmáting av larminum vóru møguligar. Áðrenn úrslitið av kanningini var liðugt, bleiv avgerð tikin um at nokta slíkum órógvandi skipum at bryggju í Vestmanna. Sostatt segði Vestmanna bygdaráð nei takk til inntøkur frá larmkeldum.

Bygdarráðið í Vestmanna hevur víst, at málið er so sára einfalt. Tey lurtaðu nevnliga eftir sínum borgarum, gjørdu eina kanning og tóku eina avgerð. Áhugin er trivnaðurin hjá borgaranum í Vestmanna og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan.

Hinar kommunurnar royna av øllum alvi at gera málið komplekst at loysa. Har eins larmandi virksemi er sum í Vestmanna, lata hinar kommunurnar sum einki. Borgarar kring landið stríðast uttan úrslit at fáa kommunurnar, politikarar og aðrar myndugleikar, sum vara av málinum, at taka málið í álvara og tryggja borgarum heimafrið. Tað rínur ikki við, hóast hundratals klagur, kanningar, ávísingar og ávaringar. Kommunur, kommunufelagið, Umhvørvisstovan og aðrir myndugleikar lata ágangin á borgarar vara við.

Í 2018 vóru Pál Weihe, yvirlækni, saman við landslæknanum, á Signabø fyri at kanna ljóðviðurskiftini. Pál Weihe, yvirlækni, og landslæknin, sendu á várið 2018 skriv til HIMR, har niðurstøðan var hendan: ”Vores konklusion er herefter, at beboerne i Signabø udsættes for en urimelig og potentiel helbredsbelastende støjbelastning fra det eksterne miljø, men at denne kan afhjælpes ved at skibe, som ligger ved kaj forsynes med energi, som ikke produceres af skibets egne motorer.”

Í 2018 komu myndugleikarnir til ta niðurstøðu, at ein umfatandi ljóðkanning skuldi gerast á Signabø, fyri at myndugleikarnir kundu gera niðurstøður og arbeiða víðari við málinum.

Men grundarlagið og fortreytirnar fyri kanningini vóru ógvuliga ivasamar og tað sást aftur í úrslitinum av kanningini. Millum annað gjørdu borgarar vart við at mátað var, tá eingi órógvandi skip vóru inni, ei heldur tað skipið, sum hevur verið ein plága á fjørðinum í áravís.
Henda umfatandi ljóðkanning skuldi paradoksalt gerast, hóast staðbundni arbeiðsbólkurin vísti á, at borgari á Signabø síðani 2006 hevði gjørt eftirfarandi stakmátingar av larmi frá skipum og skjalfest tær. Hesar ljóðkanningar eru gjørdar við ljóðmátingartóli til endamálið og eftir forskriftunum.

Í Runavík og Fuglafirði eru fleiri ljóð- og luftkanningar gjørdar við somu úrslitum, sum í Vestmanna. Men, tað hevur ikki fingið býráðini at taka somu avgerð, sum vestmenningar. Kommunur og býráð venda blinda eygað til, svara ikki sínum borgarum og peika øll á landstýrið. Tað er ikki heilsa og trivnaður, sum er fremst í huganum hjá fólkavaldu bygda- og býráðslimunum. Framvegis hoyrast neyðarróp undan órógvandi skipum kring allar Føroyar. Fólk tola verri og verri larmin.

Býráðslimir áttu at býtt um búðstað við tey, sum eru plágað av nógva larminum. Tí sum felagið ferð aftaná ferð hevur víst á, má ágangurin upplivast, fyrr enn tú veitst, hvat talan er um. Vit kunnu eisini vóna, at tað eru fleiri, ið kenna ágangin á egnum kroppi, sum stilla upp til býráðsvalið í heyst.

Trina Eysturoy, forkvinna

Mynd: Birgir Waag Høgnesen