Fyritøkur í Havn lata fleiri túsund krónur fara upp í royk um árið

Fyritøkur rinda tríggjar ferðir meiri enn neyðugt

Tað er alt ov nógv av pappi og pappíri, sum brent, heldur enn at fara til endurnýtslu. Tað halda tey á Kommunalu Orku- og Brennistøðini í Havn

Tórshavnar býráð sigur, at tí hevur brennistøðin sett sær fyri økja um mongdina av pappi og pappíri, ið fer til endurnýtslu.

Tey vísa eisini á, at í juli mánað hevur Brennistøðin kannað bingjur frá vinnuni. Talan er um bingjur, sum vórðu lætnar til brenningar og endamálið var at vita, hvussu stórar nøgdir av pappi og pappíri eru í teimum.

– Úrsltiið vísir, at mongdin av pappi er alt ov høg og tí heita tey á vinnuna um at lata papp og pappír til endurvinning heldur enn til brenning. 
Og tey vísa eisini á, at hjá fyritøkum er tað ein fíggjarligur vinningur at lata papp og pappír til endurnýtslu, heldur enn at brenna tað.

Tað kostar 320 krónur fyri tonsið at lata papp og pappír til endurnýtslu, men tað kostar 1000 krónur fyr tonsið at brenna papp og pappír.

Papp, ið verður blandað saman við vátum tilfari, verður eisini tyngri, og so kostar tað upp aftur meiri at brenna.

Ein meting hjá Brennistøðini í Havn er, at ímillum 25-30  prosent av burturkastinum í hvørjari bingju, er papp.

Letur ein fyritøka 100 tons av burturkasti um árið til burturbeiningar, sparir hon sostatt ímillum 7.000 og 37.000 krónur við at lata papp og pappír til endurvinning, heldur enn til brenningar.
Brennistøðin sigur eisini, at papp fyllir nógv og sostatt er tað ringt at stápla og fyllist brennistøðin óneyðuga skjótt.

– Brennistøðin er eisini undir sera stórum trýsti, tí nógv ferð er á samfelagnum, og nógv burturkast er at beina burtur.

– Ovnurin brennur 24 tímar um dagin, og tann 1. sept. 2019 hevði ovnurin brent 5.463 tímar, og sostatt hevur eldur verið í ovninum 93 prosent av tíðini í ár – og tá skal takast við, at nakað av tí er farið til ábøtur. – Papp økir eisini um vandan fyri eldin uttan fyri ovnin. Lúkan á ovninum er lítil, og verður papp fast í lúkuni, kann eldur koma upp úr ovninum, sigur Brennistøðin.