Nú mugu tey rógva ella svimja í kirkju. Mynd: Noel Celis/ AFP

Fyrr gingu tey í kirkju - nú mugu tey rógva

- Her var so vakurt, og her spældu børnini í gøtunum, sigur ein av íbúgvunum á oynni Sitio Pariahan í Manila-víkini.

Nú mugu tey rógva ella svimja í kirkju. Mynd: Noel Celis/ AFP

 

Áður gingu tey í kirkju á oynni Sitio Pariahan í Manila-víkini. Nú mugu tey rógva ella svimja. Oyggin er ein av mongum um hesar leiðir, sum seinstu árini er sokkin fleiri sentimetrar.

- Her var so vakurt, og her spældu børnini í gøtunum. Nú noyðast vit at brúka bát alla tíðina, suffar Mary Ann San Jose, sum er ein av íbúgvunum í Sitio Pariahan.

Hon sigur við NTB, at tá hon flutti til býin, bar tað enn til at ganga í kirkju. Nú mugu tey antin rógva ella svimja.

Flestu íbúgvarnir eru nú fluttir úr býnum, sum eisini hevði egnan skúla og egnan vøll til kurvabólk, sum nú eisini iggur undir í sjógvi.

Umleið 5000 fólk eru rýmd úr oyggjunum í Manila-víkini seinastu árini, og sambært satelit-myndum er landslagið í oyggjunum sokkið einar 4-6 sentimetrar síðan 2003.

Høvuðsorsøkin er ikki, at vatnstøðan veksur, men í fyrsta lagi, at grundvatn verður pumað úr undirgrundini í økinum við teirri avleiðing, at landslagið søkkur meira og meira.

 

 

 

Nú mugu tey rógva ella svimja í kirkju. Mynd: Noel Celis/ AFP