Fyrrverandi Havborg við slagsíðu

- Tað er ein misskiljing, at føroyska felagið P/F Havborg eigur skipið, sigur Tummas Justinussen, fyrrverandi eigari.

 

Her liggur Arctic Lion, fyrrverandi Havborg, í Breivika í Noregi við stórari slagsíðu.

Her liggur Arctic Lion, fyrrverandi Havborg, í Breivika í Noregi við stórari slagsíðu.

 

Týsdagin bar norska heimasíðan - itromso.no - tíðindini um skipið, Arctic Lion, sum hevði tikið sjógv inn og lá við slagsíðu í Breivika í Noregi. Gjørt varð burtur úr arbeiðnum at tøma skipið fyri sjógv og tetta lekan, sum skipið hevði fingið. Tá heimasíðan bar tíðindini, vóru løgregla og sløkkilið á staðnum, og her var eisini onkur sleipibátur, sum royndi at halda skipinum at bryggjuni.

Roynt varð at tøma skipið, og síðan skuldu kavarar fara niður at tetta lekan. Áðrenn pumpingin munandi nakað serligt, hevði Arctic Lion lagt seg rættiliga nógv í bakborðssíðu. Heimasíðan visti eisini at siga, at hendingin ikki hevði elvt til nakra dálking, men fyri at tryggja umhvørvi, vórðu oljugirðingar lagdar út, um tað skuldi hent, at skipið koppaði.

Vaktleiðarin í økinum, Kjetil Aasebø, visti at siga, at Arctic Lion hevði 120 rúmmetrar av diesel og fimm rúmmetrar av smyrjolju. Sum seinnaparturin leið, fekst tamarhald á lekanum, og tað vísti seg, at tað var ein ventilur sum lak. Tá hesin var tettur, og skipið var komið upp aftur á rættkjøl, varð átakið í Breivika avblást.

Norska heimasíðan - itromso.no - skrivaði eisini, at Arctic Lion hevur heimstað í St. Pætursborg í Russlandi, men at tað er føroyska reiðaríið Havborg, sum eigur skipið. Heimasíðan segði seg hava roynt at fingið viðmerking frá reiðaranum, Kaj Johannessen, men at reiðarin er í summarfrí og tískil ikki var tøkur.

Nú í summar eru tvey ár síðan, at P/F Havborg í Leirvík seldi skipið við sama navni til felagið, Defa Fishing í St. Pætursborg í Russlandi, og Tummas Justinussen, fyrrverandi eigari, sigur, at tað er ein misskiljing, at tað framvegis er felagið, P/F Havborg, sum eigur skipið.

- Tá vit seldu Havborg, kendi eg ikki reiðaríið og fólkini aftan fyri fyritøkuna, men síðan søluna eru vit komin at kenna eigararnar væl, sigur Tummas Justinussen sum heldur, at bland er komið í hjá norsku heimasíðuni, tí seinni keypti felagið hjá Kaj Johannesen rættindini hjá P/F Havborg, men hetta var væl eftir, at Defa Fishing hevði keypt Havborg, sum nú kallast Arctic Lion.

##med2##

Fyrr í summar gjørdist greitt, at P/F Havborg hevur gjørt sáttmála við Tersan Shipyard í Turkalandi um nýggjan verksmiðjutrolara, sum í fyrstu atløgu skal brúkast til rækjufiskiskap. Frystilastin verður á 2.250 rúmmetrar, sum svarar til umleið 1000 tons.

Kaj Johannessen er stjóri í samtakinum Farcod, sum eitt nú eigur P/F Havborg og P/F Enniberg. Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, og nýbygningurin fer at kosta umleið 400 miljónir krónur at byggja.

Her liggur Arctic Lion, fyrrverandi Havborg, í Breivika í Noregi við stórari slagsíðu.

P/F Havborg hevur gjørt sáttmála við Tersan Shipyard um nýggjan verksmiðjutrolara.