Fyrrverandi løgmaður nýggjur formaður í Reyða Krossi

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, er vorðin nýggjur nevndarformaður í Reyða Krossi.


Aðalfundur var í føroysku deildini av hjálparfelagsskapinum í gjár, har val av nevnd var á skránni.


Nýggjur limur í nevndini varð Jóannes Eidesgaard, ið eisini gjørdist nýggjur formaður. Hann tekur harvið við eftir Hjalta í Jákupsstovu, ið hevur verið formaður í Reyða Krossi Føroya í fýra ár.


Saman við Hanus Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimi, tók Hjalti í Jákupsstovu ikki við afturvali til nevndina.


Nýggja nevndin hevur skipað seg við Jóannes Eidesgaard sum formanni, næstforkvinna er Gunnleyg Durhuus, kassameistari er Mary-Ann Thomsen, skrivari er Kristianna Winther Poulsen og nevndarlimur er Tórfinn Højgaard.


Nýggir varalimir eru Eyrith Guttesen Leyni og Katrin Holm. Frá sum varalimur fór Irena Jacobsen.