Fyrrverandi republikanskur guvernørur vil koppa Trump

Bjóðar seg fram sum republikanskt forsetavalevni

Mark Sanford. Mynd: Ritzau / Scanpix

Mark Sanford. Mynd: Ritzau / Scanpix

Meðan tað tynnist í skaranum av valevnum, ið ynskja at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum, veksur talið av republikanarum, ið ynskja at koppa sjálvan amerikanska forsetan Donald Trump og gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.

Tann seinasti í røðini er fyrrverandi guvernørurin í amerikanska statinum South Carolina Mark Sanford.

Sunnudagin kunngjørdi hann, at hann bjóðar seg fram sum valevni fyri republikanska flokkin til forsetavalið í 2020, tí hann millum annað metir, at stovnar og politiskan mentanin eru í vanda av sitandi forsetanum. Tað skrivar Politico.

- Eitt tweet er áhugavert. Tað kann vera, at tað eru tíðindi, men tað er ikki leiðsla. Vit fara ikki at loysa nakran av grundleggjandi trupulleikunum hjá amerikanarum við einum tweet, segði hann í samrøðu við Fox News, har hann eisini eftirlýsti betri fíggjarstýring og handilspolitikk.

Umframt at hava verið guvernørur hevur Mark Sanford eisini verið limur í amerikansku Kongressini frá 1995 til 2001 og aftur frá 2013 til 2019.

Mark Sanford er triðja politikarin, ið ynskir at vinna republikansku tilnevninga frá forsetanum. Frammanundan hava Bill Weld, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, og Joe Walsh, fyrrverandi limur í Umboðsmannatinginum fyri Illinois, kunngjørt, at teir bjóða Trump av til valið.

Mark Sanford. Mynd: Ritzau / Scanpix