Fyrrverandi sjúkrahússtjóri ætlar sær upp í politikk

Jóanis Erik Køtlum stillar upp til Løgtingsvalið seinni í ár

Fyrrverandi sjúkrahússtjórin, Jóanis Erik Køtlum, fer nú at stilla upp til Løgtingsvalið. Hann fer at stilla upp fyri Tjóðveldi og tað er Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum stillar hann upp.

Felagið hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið, og Sonni á Horni, formaður í felagnum, sigur, at fyribils eru fýra valevni á listanum.

Tað eru, umframt hann sjálvan, eisini Johan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Poul Esber Hansen í Skálafirði og Jóanis Erik Køtlum.

– Jóanis Erik Køtlum var ikki á uppstillingarfundi, men hann varð skotin upp, og hann játtaði at taka av, og tað fegnast vit um, sigur Sonni á Horni.

Hinvegin harmast hann um, at Sonja Jógvansdóttir hevur tikið seg av listanum. Tað hevur hon gjørt av persónligum orsøkum, og tað er ein avgerð, vit virða, sigur Sonni á Horni.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag kann hava átta valevni til løgtingsvalið, og tað er trúligt, at okkurt valevni verður afturat teimum fýra, sum longu eru, sigur formaðurin.