Lars harmast ein vánaligan fyrra hálvleik

(Ljóðsamrøða) Landsliðsvenjarin upplivdi tveir ógvuliga ymiskar hálvleikir

Lars Olsen, landsliðsvenjari stórharmaðist ringu byrjanina hansara menn fingu fyrstu løtuna í Belfast, tá føroyska liðið var trýst í botn, og longu eftir 21 minuttir vóru aftanfyri 0-2.

 

Við Trónd Arge segði Lars Olsen aftaná dystin, at talan var um eina ræðuliga byrjan, har norðurirar komu við øllum. Lars Olsen staðfestir, at arbeiðast má við, at menn eru klárir frá fyrsta bríksli. Leikliga er hann tó nøgdur við seinna hálvleik, og hann fegnast eisini um, at stóra talentið Brandur H. Olsen hjá FC Keypmannahavn nú hevur fingið sín fyrsta dyst á A-landsliðnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Lars Olsen segði við Trónd Arge beinleiðis á Rás2 fyri løtu síðani.