Fyrsta batch av Einar's Whisky á marknaðinum

Talan er um eitt lítið batch á 861 fløskur

Nýggj whiskyið hjá Føroya Bjór, Einar's Single Malt Whisky, er loksins komið á marknaðin.

Í ein góðan tíma hava nýggju fløskurnar staðið á hillunum í rúsuni, og tað er ikki uttan orsøk, at Føroya Bjór hevur gingið stillisliga við hurðunum og ikki lýst við whiskyinum. Talan er um eitt heilt lítið batch, 861 fløskur, og Einar Waag roknar við, at fløskurnar verða útseldar sum skjótast.

– Vit hava við vilja ikki lýst við nøkrum, tí øll fara ikki at fáa fatur á tí, og summi verða sikkurt skuffað, sigur Einar Waag.

Ein teirra, ið kortini hevur fingið roynt whiskyið, er kendi enski whisky ummælarin, Jim Murray.

Og tað er ikki hissini ummæli, ið hann hevur givið Einar's Whisky.

– Hearty congratulations on out-scottishing the Scots, lesur Einar Waag upp fyri okkum.

Jim Murray er heimskendur whiskyummælari og høvundur, og hann gevur á hvørjum ári út Jim Murray's Whisky Bible.

Næsta batch av Einar's Single Malt Whisky kemur ikki fyrr enn í januar mánaði, men tá verður eisini talan um eitt lítið batch - tó møguliga nakað bíligari, enn tað er nú. Ein fløska av Einar's kostar í løtuni oman fyri 1000 krónur.

Tað verður eitt sindur skiftandi við nøgdini, ið Føroya Bjór fær á marknaðin komandi tíðina, men um tvey ár væntar Einar Waag, at nóg nógv er á goymslu, at tað ber til at hava regluligar nøgdur út á marknaðin.