Fyrsta løtan hjá Tom Hagen í húsunum

Hvat gjørdi Tom Hagen, tá hann kom heim til tómt hús hin 31. oktober í 2018, og hví heldur løgreglan, at her hendi okkurt illgrunasamt?

 

Norska løgreglan heldur, at ein telefonsamrøða og frágreiðingin hjá Tom Hagen um hansara fyrstu minuttir í húsunum, eftir at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin, eru illgrunasamar. Men, verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, heldur, at tað, sum løgreglan sigur í hesum sambandi, er ógvuliga lítið sannførandi.

Í meira enn 18 mánaðirnar hevur løgreglan roynt at fáa greiði á lagnudegnum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv eftir ongari løtu. Tó er enn eingin vissa fingin fyri júst, nær kriminella brotsgerðin varð framd ímóti henni, og hvat tað var, sum hendi.

Hjúnafelagin, Tom Hagen, er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, men hann noktar seg sekan og sigur seg einki hava við burturblívingina av konu síni at gera. Eftir at hann varð handtikin, sat hann avbyrgdur í varðhaldi í níggju dagar, tá hann aftur varð latin leysur.

Leyslatingin hendi, tá verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, kærdi avgerðina hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling til lagmannsrættin, sum helt, at prógvini móti miljarderinum vóru ov veik. Hægsti rættur staðfesti eisini avgerðina hjá lagmannsrættinum, og síðan varð Tom Hagen leyslatin.

Norska løgreglan ætlaði at handtaka Tom Hagen beinanvegin aftur, men hesum setti norski ríkisadvokaturin seg upp í móti, tí nú høvdu bæði lagmannsrætturin og hægsti rættur talað.

Ein maður í 30-árunum hevur eisini verið handtikin og skuldsettur í málinum, men hann er eisini latin leysur. Her royndi løgreglan ikki varðhaldsfongsling í tingrættinum, men læt mannin leysan og broytti samstundis skuldsetingina til tað, sum norðmenn rópa "grov frihetsberøvelse". 

Maðurin í 30-árunum hevur kallað skuldsetingina hjá løgregluni fyri høpisleysa.

Ein afturvendandi spurningur hjá norsku løgregluni er, hvat hendi í húsunum í Lørenskog frá tí, at Tom Hagen kom heim, og til hann umleið hálvan tíma seinni boðaði løgregluni frá, at kona hansara var horvin.

VG sigur seg vita, hvat løgreglan heldur vera áhugaverdu tíðirnar, telefonsamrøðurnar og frágreiðingarnar um, hvat hendi teir stívliga 30 minuttirnar henda seinasta dag í oktober í 2018.

Tom Hagen fór av arbeiðsplássi sínum í bili umleið klokkan 13.30 henda dagin. Túrurin heim tekur vanliga umleið sjey til átta minuttir. Í avhoyringum hjá løgregluni hevur Tom Hagen sagt, at hann hugdi runt í øllum húsinum. Sjálvur skal hann hava sagt, at hann legði ikki merki til hóttanarbrævið, fyrr enn hann fyrst hevði leitað aðrastaðni í húsinum.

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, er løgreglan ovfarin av, at Tom Hagen ikki legði til merkis sporini í baðirúminum og klæðini hjá konu síni, sum lógu har, tá baðirúmið er so nær við durin í húsunum. Men, her hevur miljarderurin sagt, at hurðin til baðirúmið var afturlatin.

Hann hugsaði heldur ikki, at nakað skuldi vera hent í baðirúminum, og tí leitaði hann í støðum í húsinum, har hann helt tað vera náttúrligt, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, kundi vera. Hann hevði eisini hoyrt hundin hjá teimum, sum var í einum afturlatnum rúmi í húsunum, hvína.

VG sigur seg eisini vita, at løgreglan hevur sett spurnartekin við eina telefonsamrøðu, har onkur í familjuni ringdi á fastnetstelefonina í húsunum klokkan 13.40 - ella einar 10 minuttir eftir, at Tom Hagen var farin av arbeiðsplássinum og koyrdi heim.

Í telefonsamrøðuni skal onkur í familjuni hava spurt Tom Hagen, um hann visti, hvar Anne-Elisabeth Hagen var. Í avhoyringum hevur hesin í familjuni sagt við løgregluna, at Tom Hagen svaraði nei upp á spurningin - og síðan hevði hann sjálvur sett viðkomandi sama spurning.

Hesin í familjuni, sum ringdi, hevur eisini sagt við løgregluna, at Tom Hagen einki nevndi í telefonsamrøðuni um støðuna í húsinum - hvørki um sporini, hóttanarbrævið ella um klæðini hjá konuni, sum lógu í baðirúminum. Løgreglan hevur hildið upp á, at alt hetta tykist illgrunasamt.

Skuldsetti Tom Hagen hevur eina einfalda frágreiðing um alt hetta. Hann hevði ikki verið inni í baðirúminum fyri telefonsamrøðuna. VG sigur seg skilja, at miljarderurin bert hevði verið nakrar fáar minuttir í húsinum, áðrenn fastnetstelefonin ringdi.

VG hevur sett verjanum hjá Tom Hagen, Svein Holden, fleiri spurningar í hesum sambandi, og verjun svarar soleiðis:

- Tom Hagen fór heim, tí hann var órógvaður um, hvørt nakað kundi vera hent Anne-Elisabeth Hagen. Hetta var afturvendandi í øllum teimum samrøðum, sum Tom Hagen hevði á arbeiðsplássinum henda morgunin.

Sjálvur heldur verjin, at grundgevingarnar hjá løgregluni at seta spurnartekin við hesa løtu hjá Tom Hagen heima við hús eru sera veikar og ógvuliga lítið sannførandi.

Tom Hagen royndi í minsta lagi átta ferðir at ringja á telefonina hjá konu síni henda dagin, men har kom ongantíð nakað svar. Hann hevur eisini fortalt fólki á arbeiðsplássinum og onkrum í familjuni, at hann var órógvaður og vildi heim at kanna, hvussu vorðið var.

Klokkan var umleið 14.10, tá Tom Hagen ringdi til løgregluna og boðaði frá, at konan var horvin. Eitt korter seinni hitti hann nøkur løgreglufólk á einari bensinstøð í umhvørvinum. Samrøðurnar, sum Tom Hagen hevði við løgreglufólkini her, vóru byrjanin til eitt mál, sum enn ikki er loyst - meira enn hálvt annað ár seinni.