Fyrsti føroyingurin við corona-virus

– Vit vóru í París og ferðaðust. Ikki fyrr enn leygarkvøldið, eftir at eg var komin heimaftur, fekk eg nøkur sjúkueyðkenni, sigur Kaj J. Skipanes úr Hoyvík, sum er fyrsti føroyingurin, ið hevur fingið staðfest corona-virus

Kaj J. Skipanes saman við konuni og døtrunum

Kaj J. Skipanes saman við konuni og døtrunum

Tað var í gjárkvøldið klokkan 18, at Kaj J. Skipanes var kannaður fyri corona-virus. Í morgun um sjey tíðina varð hann uppringdur, og sagt varð, at hann er positivur.

– Eg havi fingið boð um at halda meg heima, men tað er ikki tað, ið eg havi hug til. Mær dámar nógv best at vera úti millum fólk, sigur Kaj J. Skipanes.

Coronavirus í Føroyum: Fýra fólk eru í karantenu


Á møtiráðstevnu í París

Kaj J. Skipanes var saman við konuni og báðum døtrunum farin til París í februar.

– Vit fóru á ein møtiráðstevnu, og so var konan eisini til viðgerð. Tað vóru eini 3.000 fólk á ráðstevnuni; alt fyrigekk seg á fronskum, og eg skilti ikki so nógv av tí. Tey umsettu tó eitt sindur fyri mær, sigur Kaj J. Skipanes.

Kona hansara er úr Togo, har tey tosa franskt. Børnini duga eisini at tosa franskt.

– Tað var ein ráðstevna, har tað vóru mest fólk úr Fraklandi og Sveis. Nøkur vóru eisini úr øðrum londum. Eg tosaði ikki við nógv fólk á ráðstevnuni, tí eg dugi ikki at tosa franskt.

Fleiri føroyingar fara væntandi í sóttarhald í dag


Kendi meg kaldan

Kaj J. Skipanes og familjan koma heimaftur við Atlantic Airways beinleiðis úr París mánadagin 24. februar. So byrjaði vanligi gerandisdagurin, og tey fóru til arbeiðis, í skúla og í barnagarð.

Ikki fyrr enn leygarkvøldið byrjaði Kaj J. Skipanes at fáa nøkur sjúkueyðkenni.

– Eg kendi meg eitt sindur kaldan og var ikki so væl fyri. Hesa vikuna havi eg ikki verið til arbeiðis. Eg havi ikki febur, og eg havi ikki hostað nakað, bara verið kaldur. Eg vil kalla hetta fyri eitt vanligt forkølilsi. Hevði hetta ikki komið uppí, hevði eg sikkurt verið farin aftur til arbeiðis, sigur Kaj J. Skipanes.

Heilsustarvsfólk, ið hava ferðast í Italia, skulu í avbyrging


Ringdu og søgdu frá corona-smittu

– Tað var í gjár, at onkur, sum hevði verið á møtiráðstevnuni, ringdi til konu mín, og segði, at onkur annar, ið hevði verið á ráðstevnuni, var smittaður av corona-virus. Tá ið eg fekk tað at vita, helt eg, at eg mátti lata meg kanna, sigur Kaj J. Skipanes.
Hann varð kannaður umleiða klokkan 18 í gjárkvøldið á parkeringsplássinum niðanfyri landssjúkrahúsið. Spýttroyndir vórðu tiknir.

– Í morgun um sjey-tíðini ringdu tey, og søgdu, at royndirnar vóru positivar. Nú verða konan og døturnar eisini kannað, sigur Kaj J. Skipanes.

Farsóttanevndin kann avlýsa stór tiltøk


Vinmenn keypa inn

Sum nú er, hevur øll familjan fingið sóttarhald í 14 dagar. Bæði hann, konan og børnini skulu halda seg heima hesa tíðina, og eingin skal heldur koma inn til teirra.

– Eg hava upplýst fyri landslænknanum, hvønn eg havi verið í sambandi við síðani eg kom heimaftur, og sum eg skilji, so kontaktar hann tey fólkini, og tey fara nokk eisini at fáa sóttarhald, sigur Kaj J. Skipanes.

Nú tey mugu halda seg heima, eru onnur, ið mugu hjálpa, so at tey ikki mangla mat.

– Eg vóni, at onkur vinmaður vil fara til handils og seta ein posa uttanfyri, sum vit so kunnu fara eftir, sigur Kaj J. Skipanes og flennir.


Vit hava longri samrøðu við Kaj J. Skipanes í Sosialinum, sum kemur út í morgin.

Kaj J. Skipanes saman við konuni og døtrunum