Fyrsti føroyski Paradise vinnarin?

Í kvøld verður finalan í Paradise Hotel, har føroyski Teitur er millum tey síðstu.

Mynd: Janus Nielsen / eb.dk.

Mynd: Janus Nielsen / eb.dk.

Í kvøld verður stóra finalan í donsku sjónvarpskappingini, Paradise Hotel. Millum teir fýra finalistarnar er føroyski Teitur Skoubo, sum saman við partnara sínum Anne Plejdrupp er stórfavorittur millum hyggjararnar.

Tey bæði hava hildið saman so at siga gjøgnum alt spælið og hava verið sera sannførandi og taktiskt dugnalig á hotellinum í Mexico, har eingin veit á morgni at sita, hvar hann á kvøldi gistur.

Teitur og Anne skulu kappast móti Jonass og Sarah um heitið sum vinnarar av Paradise Hotel 2019 - og 500.000 krónur eru upp á spæl.

Her skulu hinir luttakararnir so atkvøða um, hvat par tey meta hava best uppiborið vinnaraplássið. Men so er tað spurningurin, um vinnaraparið deilir ta hálvu milliónina, ella um ein teirra velur at fara avstað við øllum. Her er tað so, at álitið teirra millum skal standa sína roynd.

Vinnur Teitur í kvøld, verður hann fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur vunnið Paradise Hotel.

Finalan verður at síggja á Tv3 klokkan 21 í kvøld.

Mynd: Janus Nielsen / eb.dk.