Fyrsti køkur í høvuðsstaðnum, sum er opin eftir kl 22.00

Skeiva Pakkhús er nú latið upp aftur. Umframt at køkurin er opin longri enn vanligt, fer ein DJ eisini at diska hvørt leygarkvøld millum kl. 24-02

 

Skeiva Pakkhús er nú latið upp aftur, og sum fyrsta matstova í høvuðsstaðnum, er køkurin opin til kl. 24.00 hvørt leygarkvøld.

Umframt at køkurin er opin longri enn vanligt, fer ein DJ eisini at diska hvørt leygarkvøld millum kl. 24-02. Hetta vikuskiftið er tað Antony Charles sum stendur handan DJ-pultin.

##med2##

Á matarlepanum hjá Skeiva Pakkhúsi er føroyskur fiskur, skeljadjór, lamb umframt føroyskt grønmeti. Køkurin í Skeiva Pakkhúsi hevur íblástur úr italska køkinum og á vínkortinum er bara italskt vín.

Føroysku rávørurnar eru settar saman við siðbundnum italskum matvørum. Eitt nú ber til at bíleggja ravioli við toskakjálkum, tagliolini við jomfrúhummara, burratta við mairót og laksacarpaccio.

Skeiva Pakkhús er opið mikudag-fríggjadag kl. 18.00-24.00 og leygardag kl. 18.00-02.00. 

##med3##