- Fyri meg kennist hetta heilt náttúrligt, og eg havi ongar trupulleikar við at vera ovasti leiðari umborð, sigur Maryann Bendiksen. Mynd: Tv2.no

Fyrsti kvinnuligi skipari í 125 ár

Í 2018 gjørdist hon tíðarinnar fyrsti kvinnuligi avloysari sum skipari á rutuni millum Bergen og Tromsø, og í fjør fekk hon fastan kjans við MS Spitsbergen sum skipari.

- Fyri meg kennist hetta heilt náttúrligt, og eg havi ongar trupulleikar við at vera ovasti leiðari umborð, sigur Maryann Bendiksen. Mynd: Tv2.no

 

Í fjør fekk 39 ára gamla, Maryann Bendiksen, fastan kjans sum skipari við skipinum, MS Spitsbergen, og samstundis er hon fyrsti kvinnuligi skipari á rutuni hjá hesum skipi nakrantíð. Við hesum hevur hon skrivað søgu, tí sonenda "hurtigrutan" hevur heili 127 ár á baki í ár.

Tað var í 2018, at hon gjørdist tíðarinnar fyrsti kvinnuligi avloysari sum skipari á rutuni millum Bergen og Tromsø, og í apríl í fjør fekk hon so fastan skiparakjans umborð á MS Spitsbergen. - Hví tað skuldi taka so mong ár, til rutan fekk kvinnuligan skipara, veit eg ikki, sigur hon við norska TV2.

At tað eru menn, sum hava sitið ovast uppi á hesi rutu, er ikki ov nógv sagt, og Maryann Bendiksen heldur, at hetta hevur sín uppruna í gamlari tíð. - Vit hava nakrar kvinnuligar millumleiðarar umborð, og tískil er tað einki óvanligt í dag, at menn ikki sita á øllum slíkum postum, leggur hon aftrat.

Men, heldur Maryann Bendiksen, at vegurin nú er slóðaður fyri, at fleiri kvinnuligir navigatørar fara at bjóða seg fram á ovastu rókum í framtíðini? - Ja, tað vóni eg avgjørt, og tað eru fleiri, sum banka á dyrnar, sigur kvinnan, sum býr í Bodø, men sum hevur ættarbond í Reine í Lofoten.

Hvussu kennist tað so hjá henni at hava evstu ábyrgd umborð á MS Spitsbergen millum alt mannfólkið, sum manna fremstu størvini umborð. - Fyri meg kennist hetta heilt náttúrligt, og eg havi ongar trupulleikar við at vera ovasti leiðari umborð, sigur Maryann Bendiksen við Tv2.no.

##med2##

- Fyri meg kennist hetta heilt náttúrligt, og eg havi ongar trupulleikar við at vera ovasti leiðari umborð, sigur Maryann Bendiksen. Mynd: Tv2.no