Fyrsti løgmaður úr Vestmanna

Og tað er fyrstu ferð, at ein løgmaður er búsitandi í Norðstreymoy

Tá løgtingið leygardagin valdi Bárð á Steig Nielsen til nýggjan løgmann í Føroyum, gjørdist hann fyrsti løgmaður úr Vestmanna. Harumframt er hann fyrsti løgmaður, ið er búsitandi í Norðstreymoy.

Hann er kortini ikki fyrsti løgmaður úr Norðstreymoy, tá ein undangongumonnunum hjá Bárði á Steig Nielsen í formanssessinum í Sambandsflokkinum og løgmansembætinum, Andrass Samuelsen, varð føddur í Haldórsvík.

##med3##
Andrass Samuelsen stóð á odda fyri fyrsta landsstýrinum. Á myndini frá vinstru sita Andrass Samuelsen og Louis Zachariassen. Standandi frá vinstru eru Kristian Djurhuus og Jóan Petur Davidsen

Men tá Andrass Samuelsen í 1948 bleiv valdur til fyrsta løgmann aftaná heimastýrislógina, var hann búsitandi í Fuglafirði. Sostatt er Bárður á Steig Nielsen fyrsti løgmaður, ið er búsitandi í Norðstreymoy.

Meðan Bárður á Steig Nielsen er fyrsti løgmaður uppvaksin í Vestmanna hevði Petur Mohr Dam, løgmaður frá 1958 til 1962 og 1966-68, ættarbond til Vestmanna. Mamma Petur Mohr Dam var nevniliga vestmenningur.

##med2##
Petur Mohr Dam var ættaður úr Vestmanna