Fyrsti rúmdargongumaðurin deyður

Fyrsti maður at ganga í rúmdini var russiski Aleksej Leonov. Hann andaðist hósdagin, 85 ára gamal.

Hann var partur av tveimum rúmdarferðum. Tann fyrra frá 18. til 19. mars 1965, og tað var har hann skrivaði seg í søgubøkurnar.

Hann var hin fyrsti sum fór úr rúmdarfari sínum, sum var á ferð kring jørðina, og fór á ”gonguferð” í rúmdini.

10 ár seinni, í 1975, var hann við Soyuz rúmdarfarinum, sum varð sett saman við eitt amerikanskt Apollo rúmdarskip.

Hann gjørdist seinni varastjóri á Jurij Gagarin Kosmonaut skúlanum.

Í 2017 kom filmurin ”Rumvandreren”, ið snúði seg um brøgdini hjá Leonov.  

##med2##