Fyrsti skúladagur í Skúlanum við Streymin

Í dag, fyrsta skúladag eftir heystfrítíðina, var fyrsti skúladagur í nýggja skúlanum við Steymin. Tað ganga 242 næmingar í nýggja skúlanum við Streymin.

 

Í dag, fyrsta skúladag eftir heystfrítíðina, var fyrsti skúladagur í nýggja skúlanum við Steymin. Tað ganga 242 næmingar í nýggja knappar 5000 fermetra skúlanum við Streymin. 

Verkætlanin byrjaði 1. desember 2016 og er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla.

Nú er undirvísingarøkið á eini hædd, og á aðru hædd er leiðslu- og starvsfólkaøki, kantina og ítróttarhøll. 

Nú koma næmingar úr Hósvík og Hvalvík frá 4. flokki, men skúlin er stórur og pláss er eisini fyri fleiri næmingum.

– Skúlin er bygdur til allar næmingarnar, og um skuldi hent, at allir næmingarnir koma her, er tað pláss fyri teimum, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri við Kringvarpið.

Ítróttarhøllin er ikki ordiliga klár enn, men hon verður væntandi klár innan ein mánað. Eisini eru nakrir snøklar, sum verða lidnir innan 14 dagar, sigur skúlastjórin

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.