Fyrstu húsini á Vatnsryggi eru reist

Um nøkur ár er væntandi, at 13 nýggj sethús fara at standa uppi á Vatnsryggi á Sandi.

 

 

Í dag eru tey fyrstu sethúsini í nýggju útstykkingini hjá Sands kommunu á Vatnsryggi reist, og í hesum sambandi veittraðu fløgg í húnar hátt. Í útstykkingini, sum Articon gjørdi fyri kommununa, eru 13 byggibúgvin grundstykki.

Stórur áhugi hevur verið fyri hesum grundstykkjum, og nú arbeiðið upp á Sandoyartunnilin er í gongd, er væntandi, at áhugin at byggja á Sandi og í Sandoynni sum heild verður enn størri.

Tískil arbeiðir Sands kommuna nú við at keypa umleið 22.000 fermetrar av lendi norðan fyri nýggju útstykkingina og alt eftir, hvussu hetta økið verður skipað, væntar kommunan, at pláss verður fyri 20-40 grundstykkjum.

Um nøkur fá ár verður øll Sandoyggin nógv nærri meginøkinum, og tá verður oyggin eitt potentielt stað hjá fólki at seta búgv í - bæði hjá oyggjafólki og øðrum, sum vilja seta seg niður í Sandoynni.

Í Sands kommunu og í Sandoynni sum heild er vøkur og óspilt náttúra, og her er rík søga. Her eru eisini allir møguleikar við barnaansing, skúla-og frítíðarvirksemi, eins og oyggin eigur góð heim til røkt á ellisárum.