Gamal kenningur tekur aftur sæti á Løgtingi

Eg havi fingið møguleikan, og eg havi gjørt av at taka av, sigur Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu tekur nú aftur sæti á Løgtingið fyri Tjóðveldi. Kristina Háfoss hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum, nú hon tekur við nýggjum starvi sum stjóri í Norðurlandaráðnum, og fyrsti varamaður fyri hana er Páll av Reynatúgvu á Sandi.

Hann sigur í eini stuttari viðmerking í morgun, at tað var seint í gjárkvøldið, at hann fekk boð um, at Kristina Háfoss fer í farloyvi frá Løgtinginum, og at hann hevur gjørt av at taka av møguleikanum at taka við tingsessinum.

Páll á Reynatúgvu er gamal í garði í politikki og hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður í nógv ár. Í seinasta valskeiði var hann eisini løgtingsformaður.

Hann heldur, at hetta er ein støða, sum er eitt sindur løgin, tí bæði hann, og helst fleiri onnur, hava hildið, at nú hann ikki varð afturvaldur, var hann eisini liðugur í politikki.

– Eftir at hava vigað fyrimunir og vansar, eri eg, við fullum stuðli frá familjuni og Sandoyar Tjóðveldisfelag, komin til ta niðurstøðu, at tað er rættast er at royna at taka av og at gera gagn við tí stuðuli, sum veljararnir hava givið mær, sigur hann.

Páll á Reynatúgvu tekur sæti á Løgtingi tann fyrsta februar.