Game of Thrones undansøga - smálutir almannakunngjørdir

George R. R. Martin sigur, at nógv verður at síggja til Stark familjuna

Arbeiðið við at gera eina undansøgu til Game of Thrones er farið í gongd, og George R. R. Martin, rithøvundurin handan populeru sjónvarpsrøðina, hevur nú gjørt av at almannakunngera nakrar smálutir frá nýggju undansøguni, ið skal ganga fyri seg nøkur túsund ár áðrenn hendingarnar í Game of Thrones.

Sambært R. R. Martin verður nokk at síggja til Stark familjuni í nýggju røðini, men hvørki Targaryen familjan ella Lannister familjan verður at síggja. Targaryen húsið er ikki komið til Westeros í enn í undansøguni, og húsið Lannister er framvegis ikki til.

Eisini ger R. R. Martin greitt, at í mun til Westeros sum eitt samanlagt kongaríki, sum tað var í Game of Thrones, so er talan um yvir 100 smærri kongaríki í nýggju undanrøðini.

Eisini verður okkurt at síggja til White Walkers, sum saman við øðrum yvirnáttúrligum verum fara at spæla ein leiklut í nýggju søguni.

Enn er ikki greitt, hvørjir sjónleikarar eru settir at leika undansøguna, men sum skilst eru Naomi Watts og Miranda Richardson í uppskoti til leiklutir.