Gastronomiskir gimsteinar av Føroyabanka

Nú verður aftur toskur, hýsa og høgguslokkur av Føroyabanka á matstovunum Heima í Havn.

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason, sum í løtuni ger heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka, kemur aftur av túri mikumorgunin hin 11. september.

Tá fara sum vant kokkar, kokkanæmingar og veteranar úr Leirvík at flakaskera hesar ediligu fiskar, sum vit tíbetur enn eiga á Bankanum.

Eins og undanfarin ár verður eisini borðreitt við hesum rávørum fríggjakvøldið og leygarkvøldið, ávikavist 13. og 14. september.

- Óføri tænarin, John Mikkelsen, hevur eisini funnið gott vín til at matcha hesar gastronomisku gimsteinar, sum bankatoskurin er, sigur Johan Mortensen.

##med2##