Myndaeigari: Nils-Ove Karlsen. Niðara myndin í tekstinum er privatmynd.

Gátufør hol í kavanum

Økið kring um brúna blettin í kavanum var órørt, og eingi tekin vóru um, at fólk høvdu verið á staðnum.

 

 

Myndaeigari: Nils-Ove Karlsen. Niðara myndin í tekstinum er privatmynd.

 

Tá vinmenninir, Nils-Ove Karlsen og André Nilsen, týsdagin vóru ein fjallatúr á Mofjallinum í Rana í Noregi, sóu teir okkurt myrkt í kavanum, sum teir hildu vera ógvuliga løgið. Í einum petti var kavin litaður brúnur, og hetta líktist onkrum brendum. Tá teir komu nærri blettinum, vísti tað seg, at fleiri hol vóru í kavanum.

- Tað sást týðiliga, at okkurt heitt hevði rakt kavan og hevði smeltað hol í kavan. Lukturin var serstakur - ja, hetta luktaði sum brent, sigur Nils-Ove Karlsen við NRK. Hann vísir á, at økið kring um blettin annars var órørt, og eingi tekin vóru um, at fólk høvdu verið á staðnum.

Hann vísir á, at fyrst hugsaðu teir ikki stórvegis um hetta, men tað sást týðiliga, at talan ikki var um leivdir av báli. - Vit staðfestu tískil, at hetta mátti vera okkurt, sum var komið niður av himli, sigur Nils-Ove Karlsen.

Hann tók myndir av lendinum, og ein av hesum er myndin, sum vit prenta her omanfyri í greinini. Myndir vórðu sendar til Rana Blad í Noregi, sum eisini fyrst bar hesi tíðindi. Myndirnar vóru eisini sendar serfrøðingi, sum helt, at talan helst var um loftstein, sum er komin niður av himli.

##med2##

Vinmenninir báðir fóru oman aftur av fjallinum og til hús at taka sær spaka og spann, og síðan fóru teir niðan aftur til gátuføra blettin í kavanum. - Vit byrjaðu at grava, og tá vit komu longur niður, vísti tað seg, at holurnar vóru djúpar - sum smáir tunlar.

Nils-Ove Karlsen vísir á, at flestu loftsteinar kolast upp í atmosferuni, og tí kunnu loftsteinar eisini vera nógvir smáir steinar, sum detta niður á jørðina. Men, teir báðir tóku steintilfar við sær oman aftur, og hetta tilfar verður nú kannað.

Øystein Nordgulen er deildarleiðari fyri jarðfrøðisligari kortlegging hjá NGU í Noregi. Hann hevur sæð myndir av tí, sum vinmenninir báðir hava funnið, men vísir á, at tað er ógjørligt at siga, hvat hetta er, fyrr enn steinarnir eru kannaðir.

- Hetta sær áhugavert út, og sjálvandi skulu hesir steinar og leivdir av steinum kannast, soleiðis at finnast kann fram til, hvaðani upprunin er. Hann vísir á, at NGU fær einar 100 steinar frá fólki um árið, men tað er ógvuliga sjáldan, at talan er um loftsteinar.

Sambært norsku heimasíðuni - Norsk Meteorittnettverk - eru skrásettir 16 rúmdarsteinar í Noregi heilt síðan 1848. Ein av hesum varð funnin í Nesna í 1942, og Nesna er grannakommuna til Rana, har vinmenninir, Nils-Ove Karlsen og André Nilsen, týsdagin hildu seg finna leivdir av loftsteinum í kavanum.

Myndaeigari: Nils-Ove Karlsen. Niðara myndin í tekstinum er privatmynd.