Sambært VG er tað bilurin á viðheftu mynd, sum vekir serligan áhuga, og hann er á myndini umleið 100 metrar frá húsunum hjá Hagen-familjuni við Sloraveijen.

Gátuførur bilur nærindis Hagen-bústaðnum

Fólk, sum eiga henda bilin, sum sæst á myndini, hava ongantíð givið seg til kennar hóast óteljandi áheitanir.

Sambært VG er tað bilurin á viðheftu mynd, sum vekir serligan áhuga, og hann er á myndini umleið 100 metrar frá húsunum hjá Hagen-familjuni við Sloraveijen.

 

Eitt vakmynda-prógv kann avdúka rýmingarbilin, sum varð brúktur, tá 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í fjør. Hetta skrivar VG í kvøld, og norska heimasíðan hevur eisini lagt viðhefta kort við síni nýggjastu grein um hetta nógv umrødda mál.

- Vit vita um, at tað av og á er nakað av bilaferðslu eftir gonguvegnum við Langvannet, og kanningararbeiðið hevur víst, at nakrir fáir bilar eisini koyrdu eftir hesum vegnum hin 31. oktober í fjør, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske. 

##med2##

Norska løgreglan hevur nevniliga brúkt í túsundatali av tímum at hyggja eftir video-upptøkum í royndini at avdúka tann ella tey, sum hava ábyrgdina av, at ríkmanskonan hvarv fyri meira enn 400 døgum síðan. Endamálið við hesari leiting hevur verið at finna bilin, sum hevur verið brúktur til ránið.

Løgreglan heitir nú á fólk, sum hava koyrt eftir hesum gonguvegi hin 31. oktober í fjør - ella hava sæð okkurt í hesum øki henda dagin - um at venda sær til løgregluna. Sambært VG er tað bilurin á viðheftu mynd, sum vekir serligan áhuga, og hann er á myndini umleið 100 metrar frá húsunum hjá Hagen-familjuni við Sloraveijen.

Orsøkin til, at løgreglan serliga hevur áhuga fyri hesum bili, sigur VG er, at bilurin ikki er eyðmerktur, og hann stóð, soleiðis sum myndin vísir, júst í hesum øki og so nær við bústaðin í tíðarbilinum, har løgreglan roknar við, at Anne-Elisabeth Hagen er horvin.

Hóast løgreglan ferð eftir ferð hevur heitt á fólk, sum vóru í økinum um morgunin hin 31. oktober í fjør, um at venda sær til løgregluna, so hevur tann ella tey, sum koyrdu í júst hesum bili, ongantíð gjørt tað.

- Vit hava tryggjað okkum viðkomandi vakmyndir og video-tilfar úr aktuella økinum, men góðskan í tilfarinum er ikki góð. Løgreglan hevur arbeitt við at bøta um myndadygdina, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari í málinum um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum eingin veit um at siga.

##med3##

Sambært VG er tað bilurin á viðheftu mynd, sum vekir serligan áhuga, og hann er á myndini umleið 100 metrar frá húsunum hjá Hagen-familjuni við Sloraveijen.

Tommy Brøske, kanningarleiðari hjá norsku løgregluni í Hagen-málinum.

Miljarderurin, Tom Hagen og kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, á ungum árum.