Spreinging í einari smáttu á leiðini vestan fyri Sarfannguit (mynd) kostaði einari 13 ára gamlari gentu lívið.

Genta doyði av spreinging í smáttu

Sambært upplýsingum, sum grønlendska løgreglan sigur seg hava, vóru tvær gassfløskur í smáttuni, sum genturnar vóru í saman við einum vaksnum.

Spreinging í einari smáttu á leiðini vestan fyri Sarfannguit (mynd) kostaði einari 13 ára gamlari gentu lívið.

 

Ein grønlendsk genta doyði, og ein onnur fekk álvarslig brunasár, tá spreingingar fóru fram í einari smáttu á leiðini vestan fyri Sarfannguit, nær Sisimiut. Tað visti grønlendska løgreglan at siga seinnapartin í gjár, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur vaktleiðara.

Tær báðar genturnar, 13 og 14 ára gamlar, vóru saman við einum vaksnum farnar ein smáttutúr, sum endaði í einari vanlukku. Løgreglan veit at siga, at hin vaksni, sum var í Sarfannguit saman við gentunum, var í sjokki eftir ógvusligu og syrgiligu hendingina.

Grønlendska løgreglan sigur, at tey fingu eina fráboðan um spreinging inni í fjørðinum umleið klokkan 11.45 hósdagin, og tað vóru fleiri, sum høvdu hoyrt spreingingar. Fólk siga, at tey hoyrdu tvær spreingingar við stuttum millumbilum.

Eftir spreingingarnar kom eldur í smáttuna. Sløkkiliðsfólk úr Sarfannguit vóru í holt við at sløkkja eldin, tá sløkkiliðsfólk, heilsustarvsfólk og løgregla úr Sisimiut komu á staðið nakað eftir klokkan 13 í gjár.

Sambært upplýsingum, sum løgreglan sigur seg hava, vóru tvær gassfløskur í smáttuni, og fólk siga eisini, at tey hoyrdu tvær spreingingar innan úr fjørðinum við stuttum millumbili. 

Tá Sermitsiaq í gjár skifti orð við løgregluna, høvdu tey ikki avhoyrt vaksna fólki, sum var í smáttuni saman við gentunum. Tískil visti løgreglan heldur ikki við vissu at siga, hvør orsøkin var til spreingingarnar, sum kostaðu 13 ára gomlu gentuni lívið.

Nú verður málið kannað, og tey avvarðandi eru kunnaði um syrgiligu vanlukkuna.

Spreinging í einari smáttu á leiðini vestan fyri Sarfannguit (mynd) kostaði einari 13 ára gamlari gentu lívið.