Georg L. Petersen er nýggjur tíðindaleiðari í KvF

Georg L. Petersen hevur drúgvar royndir í miðlaheiminum. Hann hevur starvast sum ábyrgdarblaðstjóri og blaðstjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SvF. Í mong ár var hann redaktørur á Degi og Viku og vertur í kjaksendingum

Georg er útbúgvin Cand.public, sum er ein kandidatútbúgving innan journalistikk, frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Hann hevur eisini lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus.

Á yrkisleiðini hevur hann staðið á odda fyri fleiri stórum broytingum, m.a. tá Dimmalætting gjørdi seg politiskt óhefta av Sambandsflokkinum. Umframt tað hevur hann ment fleiri konseptir á Dimmalætting og innan sjónvarpstíðindi.

Í 2012 gav Georg L. Petersen út bókina “Føroyingar í kríggi – ein frásøgn av hermótinum í Afghanistan”. Bókin var eitt úrslit av samstarvi millum Dimmalætting og Kringvarp Føroya.

Georg er 52 ára gamal. Hann er giftur og eigur tvey børn.

Georg tekur við sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Georg L. Petersen tekur við starvinum beinanvegin.

Tríggjar umsóknir vóru til starvið.