Georg var fjarritari fyri Piu

- 10.000 krónur er so eisini pengar, helt fjarritarin, Georg, fyri, tá hann hevði roynt eydnuna triðju og seinastu ferð í Gekka-spælinum í kvøld.

Gekkavinnarin, Pia Holm og fjarritarin, Georg Kjærbo.

Gekkavinnarin, Pia Holm og fjarritarin, Georg Kjærbo.

 

Tey høvdu sett seg at spæla gekk í einum summarhúsum í Tjaldarvík í kvøld, og tað var Pia, sum í seinasta spæli hevði fingið fulla plátu og var sloppin ígjøgnum nálareygað hjá Kvf. Fjarritarin, Georg, tók sær av at samskifta við gekka-vertin, Jensinu Olsen, um, hvussu leikur skuldi fara fram.

Høvuðsvinningurin var á 900.000 kónur, og Pia valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 300.000 krónum í hvørjum leypi. Eftir boðum frá henni, sum hevði vunnið sær møguleikan, royndi fjarritarin tað, hann kundi, fyri at tryggja Piu ein góðan vinning.

Men, í kvøld var tað, sum um bert eitt tal var á gekka-hjólinum.

Í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Piu í kvøld. Men, fyrstu og aðru ferð, tá hjólið steðgaði, kundi hon havt tryggjað sær antin 50.000 og 30.000 krónur, um hon hevði valt at steðga.

Men, Pia valdi at royna allar tríggjar møguleikarnar, nú hon endiliga hevði fingið fulla plátu og var sloppin at snara gekka-hjólinum.

- Men, 10.000 krónur er gott at byrja vikuskiftið við, helt gekka-verturin, Jensina Olsen, fyri. - Ja, tað eru so eisini pengar, og vit takka fyri, segði Georg, sum í kvøld var fjarritari fyri Piu í einum summarhúsum í Tjaldarvík.

 

 

Gekkavinnarin, Pia Holm og fjarritarin, Georg Kjærbo.