Jógvan skal syngja á Vágsbøi

X-Factor stjørnan Jógvan Joensen framførir á Summar Festivalinum í august.

 

- Fuglfirðingurin Jógvan Joensen var ein bjørt stjørna í donsku X Factor kappingini í ár. Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti og einum tryggum úttrykki, vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg fram í kappingini, skriva fyrireikararnir av Summafestivalinum í tíðindaskrivi í dag.

 

Nú er greitt, at Jógvan Joensen verður við á Summar Festivalinum. Jógvan skal spæla á stóra pallinum á Vágsbøi

- Eg eri sera fegin um, at eg eri biðin um at spæla á Summar Festivalinum. Eg havi mannað ein framúr góðan bólk, og eg kann lova øll festivalgestunum eitt brak av einari konsert, sigur Jógvan Joensen.