Ger tað heldur dýrari at keypa olju og bensin

Løgtingslimur heldur, at tað skal verða dýrari at brúka olju og bensin

 

 

Ístaðin fyri at gera elbilar og hybridbilar bíligari, skuldu vit heldur gjørt tað dýrari at keypt olju og bensin. Tað heldur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, og forkvinna floksins.

Í fleiri ár hevur Løgtingið roynt at eggja fólki til at keypa elbil ístaðin fyri bilar, sum brúka olju og bensin, og tískil sleppa fólk, sum keypa elbil, undan eini rúgvu av avgjøldum til landskassan.

Og Løgtingið hevur akkurát nú samtykt, at hendan skipanin skal halda fram, men. Men tað elvdi til nógv kjak, at samgongan hevur samtykt, at nú skulu eisini hybridbilar partvís sleppa undan avgjaldi.

Samstundis sleppa tey, sum fáa sær hitapumpu ístaðin fyri at brúka oljufýr, eisini undan avgjaldi.

Men Ruth Vang heldur, at Løgtingið skuldi gjørt akkurát øvugt. Hon heldur, at avgjøldini á bilum og hitapumpum skuldu ikki verðið strikað. Tvørturímóti heldur hon, at Løgtingið skuldi gjørt tað dýrari at keypa olju og bensin fyri, upp á tann mátan, at eggja fólki til at lagt um til grøna orku.

Sostatt heldur hon, at Løgtingið skuldi heldur lagt eitt avgjald afturat á olju og bensin, men so kundu inntøkurnar av tí verðið brúktar til at givið fólki ein skattalætta. Og hendan skattalættak kundu fólk so brúkt til at útvega sær eina grøna orkuskipan fyri til húsini, ella til at keypa sær ein elbil.

Fyrimunurin við tí er, at so kundu fólk sjálvi gjørt av, hvørjar, grønar orkukeldur, tey fáa sær.

Hon vísir á, at endamálið við øllum hesum er at fáa fólk at gevast at brúka olju og bensin, men í roynd og veru kann tað gera politikarum akkurát tað sama, hvørjar orkukeldur, tey so fáa sær, heldur hon.

Tí heldur hon, at tað hevði verið nógv einfaldari at hækka avgjaldið á olju og bensini, fyri at eggja fólki at leggja um til grøna orku. Men ístaðin hevur Løgtingið eitt afturvendandi kjak um, hvørjar orkukeldur skulu sleppa undan avgjaldi, og hvørji sløg av bilum skulu sleppa undan avgjaldi.