Ger ull til listaverk

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er vorðin kend av at gera listaverk á Glasi og á Noma av føroyskari ull. Í skjáttuni liggur ein listprýðing til nýggja Hilton Garden í Havn. Føroyska tekstillistakvinnan hevur valt ullina til sína sergrein, og hevur eisini fingið trý ára listafólkaløn

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

– Eg hevði ikki væntað at fingið listafólkalønina. Als ikki. Tó valdi eg at spyrja meg sjálva, at um eg hevði fingið listafólkalønina, hvussu hevði eg so skipa tað? Hvussu hevði eg snikkað mína dreymavekætlan saman? Eg valdi at søkja. Á tann hátt fekk eg eisini høvi at gera vart við mítt arbeiði yvirfyri nevndini. Eg eri tikin av bóli, at eg fekk lønina. Eri eisini sera takksom fyri, at eg verði viðurkend fyri tað arbeiði, ið eg havi gjørt, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard.

Hon hevði heldur ikki væntað, at sleppa at listprýða Glasir.

– Eg hugsaði, at eg var heldur óroynd og helt tískil ikki, at eg fór at vinna skitsuuppkastið. Men tað gjørdi eg, og listanevndin valdi at lata mær hesa ábyrgd, sigur hon.


Ull er Føroya gull

“Ull er Føroya gull” hava føroyingar sagt í øldir. Síðstu tíðina hava vit tó upplivað nakað heilt annað, tá ið seyðaull og skinn í tonsavís eru brend og farin upp í royk. Men tað er tó onkur, ið sær virði og møguleikarnar í ullini. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er ein av teimum.

– Eg arbeiði við burðardygd, og eg ynski millum annað at finna út av, um vit kunnu koma aftur til at gagnnýta ullina í størri mun. Eg royni at hjúkla um hesa søguna, sum liggur í føroyska seyðinum og tann rávøran, ið kemur av honum. Eg royni at endurhugsa gagnnýtingina av hesum tilfari og at lyfta virði, við at seta tilfarið í samanhangir, ið stuðla upp undir hesum. Eg ynski at bjóða menningarmegini av og kanna, um meira kann gerast við hana, enn tað, ið verður gjørt í dag, sigur Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard.

37 ára gamla havnarkvinnan í Keypmannahavn leggur dent á, at neyðugt er við hugburðsbroyting, og at neyðugt er at síggja tilfarið á ein annan hátt, enn vit gera í dag. Ein hugburðsbroyting, ið sæst aftur í tíðarrákinum í dag.

– Eg royni at tvinna tað siðbundna saman við nútíðar- og framtíðarsamfelagnum. Eg veit ikki svarini, men eg vil fegin kanna tað nærri. Tað er ikki bara endaliga úrslitið, ið hevur áhuga, men vegurin hagar er eins áhugaverdur, sigur hon.


Lesið meira í vikuskiftissosialinum, sum hesarferð hevur tema um starvs- og listafólkalønir. Sí millum annað Topp-40 listan, hvør hevur fingið flest mánaðarlønir síðani 2001 eins og nógv annað spennandi tilfar um evnið. Vikuskiftissosialurin er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard