Yvir 23 prosent av føroyskum hjúnum skiljast

Føroysk hjún halda betri saman enn donsk hjún

Tá ið hún lova at halda saman til deyðin ger skilnað teirram millum, skal tað takast við ávísum fyrivarni.

Hagtøl vísa, nevniliga, at av øllum føroyskum hjúnum, sum verða gift, endar tað við, at næstan fjórðuhvørji hjún skiljast aftur.

 

Tøl frá hagstovuni vísa, at av øllum teimum hjúnum sum eru vígd síðani 1990, til 1. januar í ár, eru 23,5 prosent av hjúnunum skild aftur.

Sostatt er tað næstan fjórðahvørji hjún, sum skiljast.

Tølini hjá hagstovuni vísa, at frá 1990 til 2013, vórðu 5.769 føroysk hjún gift, men av teimum eru 1.350 síðani skild aftur.

 

Hóast tað kann tykjast at vera nógv, at góð 23 prosent av føroyskum hjúnum skilajst, er tað kortini munandi minni enn í Danmark, har hagtøl vísa, at næstan annaðhvørt hjúnalag verður til einkis.