Gera klárt til skjótibreyt úti á Vík

Skjótifelagið í Eysturkommunu fær skjótt nýggja skjótibreyt

Fyrireikingarnar til nýggju skjótibreytina úti á Vik eru veruliga farnar í gongd nú. Skjótbreytin er staðsett á einum øki, millum Høvdavirkið og fjósið hjá Rasmus Norup.

Ein vegur verður í løtuni gjørdur oman ímóti skjótibreytini. Harumframt skal alt økið slættast og ein heyggur gerast, so leirdúgvirnar ikki fara av breytini.

Tað Sp/F Reginsson, sum stendur fyri arbeiðinum. Skjótifelagið í Eysturkommunu eitur Eysturskot. Felagið bleiv stovnað 9. juni 2016.