Føroyskt skip brotið ES reglur í enskum sjógvi

Ein føroyskur fiskibátur verður møguliga afturhildin fyri at hava brotið ES reglur í enskum sjógvi.

Tilvildarlig mynd.

Tilvildarlig mynd.

In.fo hevur frætt at ein føroyskur fiskibátur møguliga verður afturhildin fyri at hava brotið ES reglur í enskum sjógvið.

 

- Vit hava fingið at vita at ein bátur er biðin um at koma inn í Leirwick til eftirlit, og at teir umborð á bátinum hava fingið at vita at tað møguliga er okkurt teir verða hantiknir fyri, sigur fiskiveiðieftirlitið.

Fiskiveiðieftirlitið vildu ikki siga hvør fiskibáturin er, men søgdu tó at tá ið teir tosaðu við reiðaríðið í morgun, søgdu teir seg hava fingið at vita at føroyski fiskibáturin hevur brotið ES reglur í enskum sjógvi, og tí eru teir biðnir um at koma inn til eftirlit í Lerwick.

Fiskiveiðieftirlitið visti ikki meira at siga um málið.