Gera tað lógligt at seta vakmyndatól upp í undirsjóvartunlum

Men endamálið við teimum er ikki at fanga tey, sum koyra ov skjótt

 

 

Nú skal ein serlig lóg setast í gildi sum ger tað lógligt at seta vakmyndatól upp í undirsjóvartunlunum kring landið.

Tað stendur í einum uppskoti, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, f  at leggja uppskot fyri Løgtingið í næstum. 

Vakmyndatól hava annars verið í Vágatunlinum og í Norðoyatunlunum, síðani teir lótu upp.Tey hava verið til at taka mynd av nummarplátunum á bilunum, sum koyra ígjøgnum teir við tí endamáli at senda roknin fyri bummgjaldið.

Men Dátueftirlitið hevur boðað frá, at tað er neyðugt, at tunnilsfeløgini hava eina serstaka lógarheimild til at hava vakmyndatól í undirsjóvartunlunum, og tí verður uppskotið lagt fyri Løgtingið nú.

Og ætlanin er eisini at seta vakmyndatól upp í Eysturoyartunlinum og í Sandoyartunlinum

Tað er eisini neyðugt, at tunnilsfeløgini fáa atgongd til skránna hjá Akstovuni so at tey síggja, hvør eigur akførini, sum koyra ígjøgnum. .

Men umframt at tey verða brúkt til at krevja bummgjaldið inn við, eru tey eisini ein partur av trygdini í undirsjóvartunlunum.

Við vakmyndatólunum síggja tunnilsfeløgini alla tíðina, hvussu nógv akfør eru í tunlunum, hvar í tunlunum tey eru, og hvussu stór akfør tey eru.

Við vakmyndatólunum sæst eisini, hvar í tunlunum, okkurt er áfatt, til dømis eldar ella samanstoytir, og alt hetta bøtir munandi um trygdina.

Men vakmyndatólini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eru stillað soleiðis, at tey skulu ikki vísa, hvør í bilunum, sum koyra ígjøgnum, og tað sama verður galdandi fyri vakmyndatólini í Eysturoyartunlinum og í Sandoyartunlinum.

– Vakmyndatólini eru gjørd til bara at vísa klárar og týðuligar myndir av nummarplátunum á akførunum, stendur í uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið.

– Endamálið við vakmyndatólunum er sostatt ikki at máta, hvussu skjótt bilarnir koyra og at skráseta tey akfør, sum koyra skjótari enn loyvt er.

Upptøkurnar frá vakmyndatólunum skulu ikki goymast longur enn eina mánað, so skulu tær fyribeinast.