Conny fekk Dronningens Fortjenstmedalje

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Hátíðarhald var í dagstovninum Líltiskóg í morgun, tá borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, handaði Conny Dybzack Dronningens Fortjenstmedalje í silvuri. Conny Dybzack fekk handað medaljuna í samband við, at hon hevur verið 40 ára í sama starvi. Tað skrivar Tórshavnar kommunu á síni heimasíðu í morgun.


Borgarstjórin flutti eisini fram røðu fyri Conny Dybzack á hátíðarhaldinum, har hann rósti henni fyri hennara arbeiði.


- Hon gongur uppí sítt arbeiði og fylgir væl við hvat gongur fyri seg á pedagogiska økinum. Connie er nærverandi og dámar væl, at tað hendir okkurt. Henni dámar eitt nú væl at fara oman í fjøruna við børnunum og troyttast skjótt av bert at vera í garðinum.


- Hon er aktiv í gerandisdegnum saman við børnunum. Hon lesur, málar spælir borðspøl v.m. og hon dugir eisini væl at lata børnini fordjúpa seg í spælinum. Tað sigur eisini eitt sindur um álitið á hana, at hon hevur verið álitisfólk á stovninum í fleiri ár.


- Við øllum hennara royndum á økinum hevur tað verið gott fyri Lítlaskóg og kommununa at havt hana her, segði borgarstjórin.


Conny ætlar sær á pensjón í summar, men hevur lovað ikki at sleppa endanum heilt, tí tey á Lítlaskógi sleppa framhaldandi at ringja eftir henni, tá tørvur er á avloysara, skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.