Viðmerking til innlegg hjá Jóan Petur Davidsen um prostatakrabba

Viðmerking til innlegg hjá Jóan Petur Davidsen um prostatakrabba

 

Við støði í okkara faldara ”Kennir tú tín Prostata?” og  grein við sama navni, sum var prentað í Sosialinum 21. november 2014, eru vit glaðar fyri hesi hava elvt til kjak. Fyri at ongin misskiljing skal vera, so vilja vit leggja dent á, at okkara tøl og prógv byggja á gransking, ið millum onnur Micheal Borre, professari og yvirlækni á Aarhus Universitetshospital, og krabbameinsætlanin fyri Føroyar 2009 vísa á.

 

Vit taka tó undir við fleiri av sjónarmiðunum hjá Jóan Petur Davidsen millum annað, at tey eyðkenni, sum menn skulu reagera uppá, eru lutfalsliga vanlig hjá monnum í ávísum aldri. Eisini eru vit samdar við hann um, at hesi ikki neyðturviliga eru eyðkennir uppá prostatakrabba, men at tey harafturímóti, sum vit leggja dent á, kunnu vera tað. Tí meta vit ikki, at hann kann leggja okkum undir at bera villeiðandi upplýsingar.

 

Tað er okkara uppgáva, sum komandi sjúkrarøktarfrøðingar, at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Tað, vit ynskja við faldaranum, er at geva monnum eina vitan, sum ger teir førar fyri at taka ábyrgd av egnari heilsu – í hesum føri at fara til læknan,  tá teir hava trupulleikar frá landrásini ella eru vitandi um ættarbregði. Tað er ikki okkara uppgáva at diagnostisera trupulleikan. Hetta er uppgávan hjá læknunum. Somuleiðis at taka støðu til, hvat víðari skal henda. Her kann, sum Jóan Petur Davidsen sjálvur skrivar, gleason vera eitt gott amboð. Men um menninir ikki koma til lækna, verður heldur ikki funnið fram til teir fáu, sum eru í gleason 8, 9 og 10. Tískil vilja hesir ikki doyggja við sjúkuni, men av sjúkuni.

 

Út frá viðmerkingunum hjá Jóan Peturi Davidsen og viðmælunum í krabbameinsætlanini frá 2009, er tað nakað sum bendir á, at tørvur er á eini felags ætlan um, hvussu farast skal fram, tá menn venda sær til lækna við ynski um kanning fyri prostatakrabba.

 

Birita Dahl, Lena Nybo Hvítklett, Rannvá Laksafoss og Reidunn Magnussen.

Sjúkrarøktarfrøðislesandi á Fróðskaparsetri Føroya.