Gevst sum borgarstjóri og kommunalpolitikari

Tá veljararnir í Sands kommunu fara í valhølini um eitt gott ár verður tað fyri fyrstu ferð síðan kommunuvalið í 2004, at Brandur Sandoy ikki telist millum valmøguleikarnar.

Við útvarpstíðindini hjá Kringvarpinum í dag segði Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu og fastur varamaður hjá Fólkaflokkinum á løgtingi, at hann fer at leggja frá sær sum borgarstjóri í kjalarvørrinum av, at hann nú hevur tikið sæti á tingi.

- Tað sum liggur fremst er, at eg komi at taka meg úr kommunustýrinum. Í øllum førum borgarstjórasessinum í hesum árinum, sigur Brandur Sandoy við Kringvarpið, og upplýsir eisini, at hann stillar ikki upp aftur á komandi vali.

Hann sat í báðum sessum í árunum 2011 til 2015, men vísir á, at arbeiðsbyrðan hjá borgarstjórum er vorðin munandi størri, aftaná at kommunurnar hava fingið fleiri uppgávur frá landinum at umsita.

Júst nær Brandur Sandoy leggur frá sær er ikki greitt enn, men sigur hann við Kringvarpið, at hann væntandi bíðar til einaferð móti vetri.

- Seinast í oktober havi eg 10 ár sum borgarstjóri og tað ætli eg mær at uppliva. Tað er nærliggjandi at hugsa, at tað verður aftaná tað, sigur borgarstjórin.

Brandur Sandoy var toppskorari á Sandi til seinasta kommunuval við 80 persónligum atkvøðum.