Giroud saksaði Chelsea á sigurskós

Champions League: Bayern Munchen prógvaði hví teir eru heimsins besta lið, og Oliver Giroud saksasparkaði Chelsea á sigurskós

Tvær fyrru 1/8 finalur í Champions League hava verið í kvøld. Bayern Munchen vann heili 4-1 á Lazio í Rom, meðan Oliver Giroud heldur fram at skjóta flott mál, tá Chelsea vann 1-0 á útivølli móti Atletico Madrid.

Atletico Madrid – Chelsea 0-1

0-1  Oliver Giroud, 71

Atletico Madrid hevur næstan ikki latið mál inn seinnu árini á heimavøll í endaspælinum í Champions League. Hesa ferð varð heimavøllurin fluttur til Bukarest í Rumenia. Tað skal verða ósagt, um tað var júst orsøkin til tapið.

Chelsea hevði bóltin meir, men Atletico mundi hava minst líka nógvar málmøguleikar – um ikki fleiri – enn gestirnir úr London í fyrra hálvleiki. Avgerandi málið kom tjúgu minuttir fyri tíð, tá Oliver Giroud saksasparkaði bóltin í málið.

Hann stóð í rangstøðu og tað tók langa tíð, áðrenn dómarin góðkendi málið. Hetta tí tað var ein spælari hjá Ateltico Madrid, ið rakti bóltin. Hetta var ikki til at síggja í fyrstu atløgu, men endurtøkurnar vísti greitt, at talan var um eina verjuvillu.

Oliver Giroud er ein spælari, sum kann verða ringur at blíva klókur uppá. Hann er settur til síðis fleiri ferðir, men næstan hvørja ferð hann fær møguleikan, so tekur hann av. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann skorar eitt vakurt mál. 

Lazio – Bayern Munchen 1-4

0-1  Robert Lewandowski, 9

0-2  Jamal Musiala, 24

0-3  Leroy Sané, 42

0-4  Francesco Acerbi, 47 sjálvmál

1-4 Joaquin Correra, 49

Bayern Munchen vann fyri kortum FIFA World Club Cup. Harvið kunnu teir kalla seg heimsins besta fótbóltslið. Tað prógvaðu teir eisini í kvøld við at vinna ikki minni enn 4-1 á Lazio á Stadio Olimpico leikvøllinum í italska høvðusstaðnum.

Millum málskjúttarnar eru kend nøvn sum Robert Lewandowski og Leroy Sané, umframt 17 ára gamli Jamal Musiala. Sermerkt við unga stórtalentinum er, at hann kann velja millum týska og enska landsliðið.