Gjaldførið hjá vinnuni er 3,3 mia. kr.

Privatu føroysku fyritøkurnar hava 3,3 milliardir krónur standandi á bók í føroysku peningastovnunum, og innlánini hava verið vaksandi øll árini síðani 2014.

Tað sigur Landsbankin í dag.

– Korona smittan elvir til kreppu í búskapinum og í krepputíðum er umráðandi at hava tókt gjaldføri. Gjaldførið hjá privatu vinnuni í bankunum var i 3,3 mia. kr. síðst í februar, sigur Landsbankin.

Tað mesta av peninginum, ið føroyskar fyritøkur hava standandi á bók, er tøkur peningur, meðan ein partur er bundin millum tríggjar mánaðir og eitt ár. Samstundis hava føroyskar fyritøkur eisini einar 100 milliónir standandi á bók í Danmark, ið eisini eru tøkar.

Almennu fyritøkurnar og kommunurnar hava 400 milliónur krónur standandi á bók í part í føroyskum peningastovnum, og tey sjálvstøðugt vinnurekandi hava umleið 50 milliónur krónur á bók.

Hóast nakað, sum privatar og almennar fyritøkur hava standandi á bók, er í fremmandum gjaldoyra, er nógv tann størsti parturin í donskum krónum. Sjálvstøðugt vinnurekandi og kommunur hava bert innlán í donskum krónum í føroysku peningastovnunum.