Gjaldsportrið í Saksun má takast niður – ongantíð for skjótt

Hatta líkist ongum, heldur borgarstjórin, sum eisini er løgtingsmaður

 

 

Hetta líkist svartasta ongum, heldur Heðin Zachariasen, borgarstjóri

Hetta líkist svartasta ongum, heldur Heðin Zachariasen, borgarstjóri

Gjaldsportið í Saksun eigur at verða tikið niður alt fyri eitt. Tað heldur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommuna, sum eisini fevnur um Saksun.

Heðin Zacharisen er eisini løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og hendan dagin, Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, varð eisini heilt fitt av kjaki um, hvønn rætt fólk skulu hava at ganga í fjøllunum.

Heðin Zachariasen hedur, at rætturin til at ganga í haganum og rætturin til at ganga í mølini, er hvør sítt.

Og í Saksun hevur bóndun nettupp sett eina skipan í gildi, har hann tekur 75 krónur frá øllum, sum vilja oman á Pollin.

– Tað er eisini galdandi fyri føroyingar, so tað er ikki rætt, tá ið bøndur alla tíðina endurtaka, at tað skalv vera ókeypis hjá føroyingum at fara út í náttúruna, sigur Heðin Zachariasen.

Hann vísir á, at tann, sum fer oman í Pollin í Saksun, gongur eftir eini gøtu allan vegin oman og stígur ikki á eitt grasstrá, so argumentið fyri at taka pengar fyri tað, kann ikki vera at tað fer so illa við gaganum.

– Eg taki undir við, at viðurskiftini í samband við at ganga í fjøllunum, verða skipað. Men at bóndin skal sleppa at krevja pengar frá fólki fyri at fara oman í fjørðina, og út á Pollin, líkist svartasta ongum, sigur Heðin Zachariasen.

Tí vil hann hava landsmyndugleikarnar at seta ein stoppara fyri tí, ongantíð ov skjótt.

– At ganga í fjørðini og at fara í fjøllini, er hvør sítt og at ganga í fjørðini eiga vit at hava fullan  rætt til.

Hann heldur, at rætturin til at fara í fjøllini er eitt heilt annað mál, og hann tekur fult undir við, at vit fáa skipað viðurskifti á tí økinum. Og hann heldur, at tað skal gerast við at taka allar partar við í arbeiði, bæði bøndur og festarar. Men tað verður eisini neyðugt at taka ferðavinnuna við, so at vit finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.

Og her heldur hann eisini, at tað ber ikki til hjá bøndrum at krøkja seg í eina lóg, sum er næstan 100 ára gomul, tí tað er eitt heiilt annað samfelag, vit hava í dag.

Hann heldur, at grundstøðið eigur at vera, at fólk skulu hava loyvi til at fara í fjøllini, sum einstaklingar, uttan at rinda fyri tað. Hetta skal vera galdandi fyri føroyingar – og hevur ein føroyingur ein útlendskan gest, skal tað eisini vera galdandi fyri hann.

Og sjálvsagt skal tað bera til at skipa fyri tiltøkum og at taka gjald fyri tað frá teimum, sum eru við, tí vinnuligt virksemi er ikki tað sama sum at fara í hagan sum einstaklingar.

– Sjálvandi skulu vit brúka vit og skil og fáa eina loysn, sum øll kunnu góðtaka og tí mugu vit eisini viðurkenna, at bøndur hava ymiskt virksemi í haganum. Tí skal tað vera undir skipaðum viðurskiftum, har øll ikki hava rætt at fara allastaðni, tá ið tey vilja, sigur Heðin Zachariasen.

Hetta líkist svartasta ongum, heldur Heðin Zachariasen, borgarstjóri