Gjørt sáttmála við BBP Arkitektar

Danska felagið skal standa á odda fyri neyvætlanini og heildarráðgevingini av svimjihøllini í Runavík

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Tað verður danska arkitektafelagið BBP Arkitektar, ið skal standa á odda fyri neyvætling og heildarráðgeving í samband við byggingina av svimjihøllini í Runavíkar kommunu.

Tað boðar kommunan frá á heimasíðu sínari, aftaná at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Eva Jarl Hansen, medeigari í BBP Arkitektar, í morgun hava skrivað undir avtalu um arbeiðið.

- BBP Arkitektar vunnu arkitektakappingina fyrr í ár, og hetta er sama felag, sum í sínari tíð teknaði Bylgjuna, sum Búsetur bygdi. Á býráðsfundinum seinasta hósdag tóku allir býráðslimirnir undir við at geva borgarstjóranum heimild til at skriva undir avtaluna, ið var býráðsmálið, sum er undirritað í Keypmannahavn fyri løtu síðani, skrivar runavik.fo.

Kommunan upplýsir, at eftir ætlan verður tilfarið til verkætlanina boðið út nakað eftir ársskiftið 2020/2021. Um býráðið tá velur at fara víðari við verkætlanini væntast, at høllin verður liðug móti endanum av 2022. 

Mynd: Runavíkar kommuna