Glað at politikarar nú vilja fylgja ST sáttmálanum

– Vit hava í fleiri ár ynskt, at Føroyar skal fylgja grein 33 í ST-sáttmálanum, sum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd

 

 

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd

Í 2009 tók Føroya Løgting eimælt undir við ST-sáttmálanum innan brekøkið, men tað hevur gingið meira striltið at fylgja tí, sum sáttmálin sigur. Nøkur mál eru sett í verk, meðan annað hevur gingið meira striltið.

Men nú er hetta við talsfólki komið við í samgonguskjalið, so nú vónar Tóra við Keldu, at meira fer at henda inn hetta økið.

– Sáttmálin sigur, at skipast skal fyri óheftum eftirliti, og tað er hetta, ið vit hava eftirlýst. Í Megd leggja vit upp til at seta í verk sjálvstøðuga eind við einum talsfólki, sum er politiskt óheft við sterkum mandati og breiðum serkunnleika. Talsfólkið kann tá ráðgeva og koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek, við støði í serkønari vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóðar- og altjóða mál og føroyska lóggávu, sigur Tóra við Keldu.


Møguliga grønlendsk loysn

Forkvinnan vísir á, at tað er ikki Megd, ið skal seta eitt talsfólk og umsita uppgávuna.

– Megd er bara ein samskipan av 24 áhugafeløgum, og vit hava ikki fakligan førleikan at hava eftirlitið. Í Grønlandi, sum í fólkatali er líkt Føroyum, er ein sjálvstøðug eind við einum „handikaptalsmanni“ sett á stovn fyri at tryggja eftirlit við íverksetan av ST-sáttmálanum. Tann grønlenska loysnin kann gott vera ein vegur at ganga. Har er tað er ein stovnur undir landinum, ið tekur sær av hesum. Har er ein juristur, ið stendur á odda, og so eru trý fólk afturat honum, sigur Tóra við Keldu.

Hon vísir á, at talsfólkið eigur at fylgja við, hvussu ST sáttmálin verður settur í verk.

– Talan er um eftirlitsuppgávur, ráðgeving, vegleiða viðvíkjandi lógarsmíði og at vera ein rødd í samfelagnum innan brekøkið, sigur forkvinnan.


Framstig við samskipandi eind

Forkvinnan í Megd vísir á, at neyðugt er at fáa eina góða loysn.

– Vit eru eitt lítið landi, og vit mugu finna loysnir, ið passa til okkara. Eg rokni við, at neyðugt er við meira enn einum fólki at gera uppgávuna. Vit mugu fáa eina góða loysn. Vit vinna bara við at hava eitt gott eftirlit, sigur Tóra við Keldu.

Hon gleðist um, at politiski myndugleikin vil gera nakað innan hetta økið.

– Seinasta samgonga fekk eina Samskipandi eind at virka, sum skal tryggja, at sáttmáli hjá ST um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, virkar í verki á øllum økjum. Øll málaráðini eru umboðað í hesi eindin. Hetta var eitt gott stig á leiðini. Nú mugu vit eisini hava tað óhefta eftirlitið at virka, sigur Tóra við Keldu.

Hon fegnast um, at tey nú skulu á fund við landsstýrið í komandi viku.

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd