Glastrevjabátur uppsteðgaður uttan fyri grótkastið í Havn

Um hálvgun ellivu tíðina í morgun fekk MRCC boð um, at ein glastrevjabátur var uppsteðgaður uttan fyri grótkastið í Havn

Rescue Lív varð tilkallaður at fara at hjálpa, men útkallingin varð avblást, tí ein annar bátur var komin tí uppsteðgaða bátinum til hjálpar. Hesin báturin hjálpti, soleiðis at tann uppsteðgaði báturin kom trygt til lands.