Gleðast yvir vøkstur í skattainntøkum og fólkatali

Í Vágs kommunu hava tey nakað at fegnast um í hesum døgum, nú nýggjastu tølini vísa, at tað aftur gongur rætta vegin í fólkatalinum og skattainntøkunum.


- Eftir eitt tíðarskeið við góðari gongd í fólkatalinum frá september 2013 til miðskeiðis í 2018, har fólkatalið vaks frá 1.295 til 1.370, er fólkatalið seinast árið minkað nakað og var 1. mai 2019 kom niður á 1.340. Men nú gongur aftur spakuliga rætta vegin, tí 1. juli 2019 búðu 1.349 fólk í Vágs kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Samstundis vísa hagtølini fyri persónsskattainntøkurnar, at higartil í á er talan um ein vøkstur á 6 prosent, tá samanborið verður við sama tíðarskeið í fjør. Persónsskattainntøkurnar fyrstu seks mánaðir í ár eru 22,8 milliónir krónur, og vóru tær 21,5 milliónir krónur í fjør.