Gleðiligt at rúsdrekkanýtslan minkar

Tað er einki sum talar fyri, at tað verður neyðugt at hækka prísin

- Tað er geðiligt, at rúdrekkanýtslan minkar.

Tað sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Vit vit lósu her á in.fo fyri eini løtu síðani, er rúsdrekkanýtlsan í Føroyum minkað.


Les eisini: Rúsdrekkanýtslan í Føroyum minkað


Tó leggur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum afturat, at tað eru eini 25 prosent av føroyingum, sum eru fráhaldsfólk, so tað eru summið ið drekka nógv.

Men Pál Weihe heldur, at gongdin ber boð um, at rúsdrekkapolitikkurin hevur virkað eftir ætlan.

Hann sigur, eisini, at gongdin hevur víst, at tey, sum stúrdu fyri, at Rúsan fór at føra okkum í óføri, fingu ikki rætt.

 

Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum hevur mangan ført fram, at besti mátin at stýra nýtsluni, er við prísinum á rúsdrekka.  Men sum støðan er nú, heldur hann ikki, at tað er neyðugt at mæla til at hækka prísin.

Hann dugir ikki rættiliga at siga, hvussu tað ber til at nýtslan er lækkað.

Ofta verður sagt, at nýtslan minkar í ringum tíðum, men tann grundgevingin kann ikki brúkast nú, tí í fjør vóru tíðirnar farnar at batna.

Tølini fyri rúsdrekkanýtsluni umfata tað, Rúsan og bryggjaríðini selja. Tað umfatar sostatt ikki tollfría innflutningin.


Pál Weihe ásannar, at nógvir føroyingar arbeiða uttanlands, men hann heldur ikki, at tollfríi innflutningurin er vaksin so nógv, at tað sæst so væl aftur í tølunum.


Hann heldur, at eitt, sum kanska ger seg galdandi, at føroyingar eru farnir at hugsa meiri um heilsuna og hava skert rúsdrekkanýtsluna í hesum sambandi.


Seinastu árini hevur ein sonn heilsubylgja rakt landið og eitt úrslit av tí kann eisini vera, at fólk hugsa meiri um, hvussu nógv tey drekka, sigur Pál Weihe.