Gloymdur í heilsuverkinum

Solby A. Christiansdóttir, journalistur í Kringvarpi Føroya, hevur skrivað skaldsøgu um evni, ið liggur henni sera nær. Nevniliga um føroyska heilsuverkið, ið ger mistøk, sum hava álvarsligar avleiðingar. Sjálv misti hon pápa sín í 2006 júst vegna mistøk, ið vóru gjørd í heilsuverkinum

– Eg ynski, at ljóskastarin verður fluttur frá, hvussu sjúkrahúsverkið verður stýrt, og hvar stjórin skal sita, til at tað má vera eitt kjak um sjúklingaviðgerð, sigur Solby A. Christiansdóttir.

Av egnum beiskum royndum kennir hon til mistøk, ið kunnu henda í føroyska heilsuverkinum. At tað kostaði pápanum lívið, hevur fylt nógv hjá henni og familjuni. 

Persónarnir eru ikki til í veruleikanum

Hóast hendingarnar í skaldsøguni Gloymdur byggja á veruligar hendingar, so sigur rithøvundurin, at talan er ikki um veruligar persónar, sum eru fjaldir. 

– Eingin persónur í bókini er til í veruleikanum. Men eg skal blankt viðganga, at tá ið eg byrjaði at skriva, sá eg fólk fyri mær, men í takt við, at persónarnir vuksu í persónligheit og sereyðkennum, meðan eg skrivaði, so hvurvu teir, og teir nýggju mentust. Hetta kom so við og við. Síðu fyri síðu hvurvu ímyndirnar av teimum veruligu persónunum, sum einaferð vóru í mínum veruleika og eisini tann veruleiki, sum bókin byggir á, hvarv spakuliga, tí at eg fór djypri inn í ein veruleika, har eg sjálv avgjørdi, hvat hendir, sigur Solby A. Christiansdóttir.

Íblástur frá persónligari søgu
Søgan er um ein 60 ára gamlan mann í Klaksvík, sum fer til kommunulækna, tí hann er farin at hosta eitt sindur og hevur fingið blettir á beinini. Víðari er tað um sambandið við Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, meðan støðan versnar og versnar. Tað er eisini um støðuna hjá familjuni, sum upplivir gongdina sera ótrygga og ørkymlaða.

– Hetta er ikki okkara persónliga søga, men íblásturin er komin frá henni. Tað er eingin ivi í, at tey, ið kenna okkara søgu, hava kanska eitt sindur ilt við at slíta seg frá okkara søgu. Søgan liggur tætt uppat, men hon er umskrivað. Tann persónliga søgan er alt ov persónlig. Hana havi eg ikki hug at skriva. Eg havi ikki hug at heingja fólk út. Tí er ikki talan um ítøkiligar persónar, sigur Solby A. Christiansdóttir.

Lesið meira í Vikuskiftissosialinum, ið er at fáa í sølubúðum kring landið.