Góð ráð til tey sum fara at fletta í heyst

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur á heimasíðu síni lagt nøkur vegleiðandi ráð út, sum vit deila her

Mynd og tekstur: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Mynd og tekstur: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Seyðurin:

Djóravælferð: kunning viðvíkjandi flutningi, ridluskriðja, flutningsloyvi osv. 

Áðrenn slátur:

Nóg stór høli ella rætt (um veðrið er til vildar) at hava seyðin í áðrenn slátur, har tað er møguligt at geva vatn og fóður.

Sjúkur seyður má ikki slátrast til matna, er ivi, tosa við djóralækna.

Seyðurin skal vera reinur, turrur og hvíldur, tá hann verður flettur, hetta hevur týdning fyri reinføri og góðskuna av kjøtinum. Seyður skal ikki liggja niðurbundin.

Slátur: 

Arbeiðsklæðir skulu vera rein, tá byrjað verður. Tað er ikki ráðiligt at nýta klæðir, ið hava verið nýtt til fiskaarbeiði.

Hølir og útgerð:

Eitt vælinnrættað sláturrúm er soleiðis skipað, at livandi seyðurin kemur inn í einum enda, og krovið fer út í hinum endanum. Á henda hátt slepst undan krossdálking. 

Rúmið skal vera ljóst, hava veggir, loft og gólv av ljósum, hørðum og sløttum tilfari, ið ikki drekkur vatn í seg, og ið er lætt at vaska.

Tað skal verða heitt og kalt rennandi vatn í sláturrúminum. Vatnið skal hava drekkivatnsgóðsku.
Flettingarborð og útgerð annars skal verða úr tilfari, sum er lætt at halda reint. Er flettingarborðið t.d. úr træ kann tað vera lakkerað ella málað.

Flettingin:

Seyður skal doyvast og svavast beinanvegin hann kemur inn í sláturrúmið. Doyving og svaving skal haldast burtur frá víðari handfaring av krovinum. Doyving verður gjørd við at skjóta við boltpistól. (mynd hvar skal seyðurin skjótast)

Serliga ansa eftir:
- At vælindi og barki ikki verður skatt, tá svavt verður
- At ullin ikki nertir við krovið, og at amboð og fólk, ið nerta við ullina, ikki koma í samband við krovið
- At gor ikki kemur á kjøtið, tá tikið verður innanúr og
- At mjólk ikki dálkar kjøtið, tá júgurið verður skorið burtur

Tikið skal vera innanúr sum skjótast, og í seinasta lagi 1 tíma eftir at seyðurin er svavdur.

Knívar, sagir og onnur amboð skulu vaskast og skoldast við í minsta lagi ímillum hvørt kríatúr, og tá tey annars verða dálkað.

Rennandi vatn av drekkivatngóðsku skal vera tøkt at vaska hendur og útgerð við undir slátri. 

Royn at halda kjøtið turt og reint. Er neyðugt at turka, nýt eingangsklútar og rennandi vatn. Vatnføt/spannir gerast skjótt bakteriusuppa. Um kjøt verður dálkað av gori, er best at skera tað dálkaða økið burtur.

Vembur og vil skulu ikki tømast og vaskast í sama høli sum slátur fer fram. Skinn, føtur, vembur og sláturburturkast skal út úr sláturrúminum so hvørt.

Innvølir til matna eiga at verða køld beinanvegin og eiga at verða goymt kalt.

Krovini skulu hongjast í hjallin beinanvegin tey eru liðugt flett. Ansið eftir ikki at dálka krovini undir flutningi til hjallin. Kjøt eigur ikki at verða hongt upp um lýtt og slavið er í veðrinum.

Hjallurin skal vera turrur, vardur móti skaðadjórum og hava góðan støðugan luftstreym.

Botulisma og aðrar matvørubornar sjúkur:

Um illa vil til, kann sjúka standast av at eta matvørur, ið eru dálkaðar av sjúkuelvandi bakterium. Bakteriurnar eru nátúrliga at finna á og í djórum og í umhvørvinum. Tí er tað neyðugt at arbeiða so reint og skilagott sum gjørligt, tá flett verður.

Burturkast:

Leivdir frá fletting skulu burturbeinast á forsvarligan hátt, og tað er bannað at grava niður leivdir frá fletting.
Brennistøðirnar hava kunning um burturbeingin av leivdum frá fletting: KOB og IRF

Mynd og tekstur: Heilsufrøðiliga Starvsstovan